Valdagurin er nú komin og skulu vit øll avgera hvørja kós vit ynskja komandi 4 árini.
Eg brenni fyri at kunna arbeiða fyri teg og fyri tað bestu framtíðina hjá Tórshavnar kommunu bæði á bygd og bý.
Um tú ivast, set so trygt títt X við meg.
Mín partur skal so ikki liggja eftir.
- Vit skulu fáa sett gongd á almannagagnliga og lúta íbúðarbygging sum skjótast
- Vit skulu fáa kloakkleiðingar fram við sjóvarmálanum út á streymasjógv sum skjótast
- Kloakk- og spillvatnskipanin skal fáast í rættlag í miðbýnum og úti í bygdunum, hetta skal uppraðfestast
- Okkara børn eru framtíðin. Dagstovnaøkið skal kunna veita eina góða og mennandi tænastu, og tá er fyritreytin, at námsfrøðingarnir og hjálparfólkini kunnu menna seg, trívast og fáa tær umstøður, ið krevjast fyri at virka
- Handils- og vinnulívið krevur sítt pláss og skal hava bestu umstøður at virka á fullgóðan hátt – vit skulu altíð hava vinnugrundstykki tøk, umframt at handilslívið skal leggjast inn í heildarætlanir í sambandi við nýggjar býlingar
- Okkara ungu skulu trívast og mennast, og øll skulu hava møguleikan at vera ein partur av einum felagskapi, tí skal Tórshavnar kommuna veita frítiðarkort.
Takk fyri eitt gott, spennandi og gevandi valstríð.
Vh
John av Reyni
Valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu