Sølan av nýggjum bilum minkað í stórum

Afturgongdin í søluni av nýggjum akførum er higartil í ár 25 prosent í mun til sama tíðarskeið í fjør

Tað vísa hagtølini hjá Akstovuni, sum hevur gjørt upp søluna av nýggjum akførum ársins fyrstu níggju mánaðir.

Tó so er sølan av persónbilum vaksin við 11 í september í ár í mun til september í fjør. Í september í ár eru seldir 61 persónbilar í mun til 50 í fjør. Men afturgongdin er kortini sløk 29 prosent fyri ársins fyrstu níggju mánaðir. 

Í fjør vórðu seldir 1235 nýggir bilar tíðarskeiðið frá 1. januar til 30. september í mun til 879 sama tíðarskeið í ár. Tað er ein afturgongd upp á 28,8 prosent.

Afturgongd er í øllum akfarsflokkum – uttan fyri motorsúkklur. Seldar eru 10 motorsúkklur í mun til 5 í fjør, og í bólkinum fyri tangabilar eru 2 seldir í ár í mun til 1 í fjør.

##med2##