Soleiðis gera vit tað lættari at byggja ella keypa hús

Tørvurin á bústaði er sera stórur.

 

 

 

Tað eru tó nógv viðurskifti, sum gera tað torført at seta føtur undir egið borð. Eg havi trý boð, hvussu vit kunnu gera nakað við støðuna.

 

 

 

Lækka bankaavgjaldið

 

Eitt nú er støðan tann, at kundar í føroyskum peningastovnum, sum taka realkredittlán rinda upp í 2 % í sonevndum bidragi (avgjaldi) til føroyska bankan fyri at umsita lánið fyri danskan realkredittstovn. Tað er óneyðuga høgt. Og eg keypi ikki argumentið hjá føroyska bankanum, at orsøkin er ein eyka váði í at veita donsk realkredittlán. Tað er grammleiki og tað skal minkast munandi - við lóg um neyðugt.

 

 

 

Skattafrí uppsparing

 

Ein stór avbjóðing hjá ungum familjum er, at tað er trupult at spara upp til eginfígging til keyp av fastari ogn, t.d íbúð, hús ella grundstykki. Vit eiga at gera tað møguligt at spara upp skattafrítt til eginfígging.

 

 

 

Um eitt par keypir fastogn fyrstu ferð, kundu tey  til dømis fingið ein skattafrádrátt umvegis eina uppsparing, sum er oyramerkt til keyp av fastari ogn, t.d íbúð ella sethús. Mítt boð er, at frádragið er 20%, og at tey hvør sær kunnu rinda 50.000 kr. um árið í 5 ár. Við hesi uppsparing á 500.000 kr. fáa pør ein skattaágóða á 100.000 kr.

 

 

 

Byggikunngerðin

 

Fyri nøkrum árum síðani kom byggikunngerð í gildi. Talan er í stóran mun um avrit av donsku kunngerðini, ið er gjørd til donsk viðurskifti. Spyrt tú handverkarar og tey, sum selja fasta ogn, so hevur kunngerðin viðført, at sethús eru dýrkaði umleið 500.000 kr. Kunngerðin ger eisini, at tey, ið byggja, átaka sær størri ábyrgd og váða. Tað er so eisini við til at dýrka um tryggingarviðurskiftini, tá ið bygt verður.

 

 

 

Vit eiga tí at endurskoða hesa kunngerð og snikka hana til føroysk viðurskifti. Til tess krevst bara føroyskt hugflog.

 

 

 

Michael Koba,

 

valevni fyri Sambandsflokkin til løgtingsvalið