Soleiðis hava fleiri leiðarar svarað upp á áhugan hjá Trump fyri Grønlandi

Í løtuni er áhugin hjá Trump fyri Grønlandi eitt stórt evni, og leiðarar í fleiri londum hava gjørt viðmerkingar til málið.

Franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noel Barrot, og amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, á tíðindafundi leygardagin í París. Eisini her gjørdust útsagnirnar hjá Trump um Grønland eitt samrøðuevni. - Mynd: Thibault Camus/Reuters

Seinastu dagarnar hevur Donald Trump víst nýggjan áhuga fyri at fáa Grønland undir amerikanskt vald.

Á einum tíðindafundi týsdagin segði Trump, at hann ikki kann útihýsa at brúka búskaparligan ella hernaðarligan tvingsil til at fáa vald á Panamaveitini í Miðamerika og Grønlandi.

Her er eitt yvirlit yvir, hvussu nakrir av heimsins leiðarum og ráðharrum hava svarað:

* Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken:

- Tað er nakað, sum ikki fer at henda. So vit skulu ikki spilla meira tíð uppá at tosa um tað, segði uttanríkisráðharrin, sambært AP.

* Franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noël Barrot:

- Halda vit, at USA fer at herja á Grønland? Svarið er "nei", men um vit halda, at vit eru farin inn í eitt tíðarskeið, har tey sterkastu avgera, so er svarið "Ja", sigur hann, sambært AP.

* Týski kanslarin, Olaf Scholz:

- Í mínum samrøðum við evropeisku samstarvsfelagar okkara hevur verið eitt vantandi forstáilsi fyri seinastu útsøgnunum frá USA.

- Meginreglan um friðhalgaðu mørk okkara er galdandi fyri øll lond, uttan mun til um tey eru eystan ella vestan fyri okkum, sigur Scholz sambært Reuters.

* Noregs forsætisráðharri, Jonas Gahr Støre:

- Aftur nakrar leysar útsagnir, men tað er ein eitt sindur serligur nýggjur stílur, sigur hann við NTB.

- Sum danski forsætisráðharrin sigur, so skal Grønland taka síni egnu val. Og ríkisfelagsskapurin, sum Grønland er partur av, fevnir eisini um Danmark, sum eisini kann tala fyri seg.

* Talsmaðurin í ES-nevndini fyri handil, Olaf Gill:

- Lat okkum sláa tað eitt sindur niður her. Vit tosa um rættiliga hypotetisk ting og um eina umsiting, sum enn ikki hevur tikið við, sigur hann á tíðindafundi í dag.

- Vit eru til reiðar at verja okkara áhugamál á handli og øðrum økjum.

 

/Ritzau/

 

Franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noel Barrot, og amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, á tíðindafundi leygardagin í París. Eisini her gjørdust útsagnirnar hjá Trump um Grønland eitt samrøðuevni. - Mynd: Thibault Camus/Reuters