Sólin skínur á degi tvey á Summar Festivalinum

Veðrið sær út til at halda sær líka til seinasta konsertin á Summar Festivalinum er liðug í nátt

Sólin skínur, ongin vindur og tað er turt á degi tvey á Summar Festivalinum. Fólk ganga úti í T-shirt og gleða seg til konsertirnar fara í gongd.

 

Klokkan 19:00 verður fyrsta konsertin í kvøld. Tað verður Anna Lovisa, sum tann fyrsta av 10 bólkum og einstaklingum, skal framføra á Summar Festivalinum í dag.

 

Løtan flest gleða seg til tá Europe fer á pall klokkan 22:00 nærkast. Rockbólkurin, sum flest minnast frá 80`unum við hittum sum The Final Countdown, Carrie og Rock The Night, er enn aktuellur og hevur omanfyri 7 milliónir mánaðarligar lurtarar á stroymingartænastuni Spotify.

 

Sambært álítandi veðurstovuni Yr.no fer frálíka veðrið at halda sær líka til seinnapartin í morgin

 

##med2##