Sólvit og Hanna kunnu melda seg inn í Fólkaflokkin

Tað heldur Poul Michelsen, stovnari og fyrrverandi formaður í Framsókn

Stovnarin av Framsókn er sera skuffaður, eftir at flokkur hansara gekk beint ímóti politikkinum hjá flokkinum, tá tinglimir floksins, Hanna Jensen og Sólvit Nolsø, feldu uppskotið um fría fosturtøku.

Í samrøðu við Frihedsbrevet sigur Poul Michelsen, at hetta tekur sjálvt grundarlagið undan Framsókn.

– Um Framsókn ikki verjir persónliga frælsið, so kunnu tingfólk í Framsókn akkurát tað sama melda seg inn í Fólkaflokkin. Hetta er ikki tann flokkurin, sum vit stovnaðu, sigur hann.

Hann sigur tó, at tað er ein lítil uggi í, at hann veit, at tíðin arbeiðir fyri persónliga frælsinum í fosturtøkuspurninginum.

– Málið bleiv ikki samtykt hesa ferð, men hetta fer at vera broytt, og kvinnur fara at fáa frælsi til sjálvar at ráða. Tað veit eg, sigur Poul Michelsen við Frihedsbrevet.