Spara stuðul til barnapengar burtur

Fyri at minka um almennu útreiðslurnar hjá landinum verður stuðul til uppihaldspengar spardur burtur

Á tingfundi í morgin skal Løgtingið viðgera uppskot frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almannamálum, um at seta úr gildi løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening.

Grundgevingin fyri at taka av skipanina er stutt og greitt, at almenni útreiðsluvøksturin skal tálmast. Sum ein liður í sparitiltøkum í sambandi við fíggjarlógina fyri 2025, er ætlanin, at tey, sum gjalda uppihaldspening, ikki longur skulu hava rætt til stuðul til hesa útreiðslu.

Løgtingslóg um stuðul til uppihaldspening hevur til endamáls at veita stuðul til persónar sum gjalda uppihaldspening til hjúnarfelaga og ella til børn yngri enn 18 ár. Árliga stuðulsupphæddin er 40 prosent av tí uppihaldspeningi, sum persónurin er álagdur at gjalda og hevur goldið. Stuðulin verður bert veittur fyri goldnu upphæddina, sum fer upp um vanliga árliga gjaldið fyri eitt barn. Stuðul verður sostatt ikki veittur, um persónurin bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.

Flestu persónar, ið fáa stuðul til uppihaldspening, rinda vanligt barnagjald. Vanligt barnagjald í 2024 er 1.162 kr. fyri hvørt barnið. Ein persónur, ið t.d. rindar barnagjald fyri trý børn, rindar sostatt 3.486 kr. um mánaðin. Av hesum fær hann stuðul til 40 prosent av gjaldinum til tvey av børnunum, svarandi til 930 kr. um mánaðin ((1.162+1.162)x0,4).

Samlað tal av persónum, sum seinastu trý árini hava móttikið stuðul til uppihaldspening:

2021: 220 persónar

2022: 213 persónar

2023: 206 persónar

Nærum øll, sum fáa stuðul til uppihaldspening, fáa fyri goldið barnagjald. Tó eru einstakir borgarar, ið fáa stuðul í sambandi við goldið hjúnafelagagjøld.

Í viðmerkingunum til uppskotið upplýsir Almanna- og mentamálaráðið, at uppskotið ikki hevur verið sent til ummælis.

Uppskotið hevur við sær, at útreiðslur landskassans lækka. Tá broytingin í 2026 hevur fingið fullan virknað er árliga sparingin umleið 2,7 milliónir krónur.

Við lógaruppskotinum verður ikki longur møguligt at søkja um stuðul upp á 40 prosent fyri goldnan uppihaldspening, sum er hægri enn vanligt barnagjald til eitt barn. Uppskotið kann tí fáa avleiðingar fyri tey foreldur, sum gjalda uppihaldspening til fleiri børn ella gjalda eitt hægri barnagjald, skrivar ráðið í viðmerkingunum til uppskotið.

 

Málið hevur verið til viðgerðar í Løgtingsins trivnaðarnevnd, sum hevur skrivað álit í málinum.

 

Andstøðan, sum hevur meirilutan í trivnaðarnevndini, mælir frá at samtykkja uppskotið, sum tey siga er merkt av, at tað ikki hevur verið til hoyringar. 

 

– Um hoyringar høvdu verið, so var hetta uppskotið ikki komið í Løgtingið, siga Jørgen Niclasen, Árni Skaale, Johan Dahl og Jaspur Langgaard, sum umboða Fólkaflokkin og Sambandsflokkin í Trivnaðarnevndini. 

 

Teir taka als ikki undir við uppskotinum. Teir halda, at uppskotið er óumhugsað.

 

– Hetta fer at ganga hart út yvir nakrar familjur og fer at forða fyri fíggjarliga møguleikanum hjá nógvum at stovna nýggja familju, siga teir.

 

Minnilutin í trivnaðarnevndini, umboðini fyri samgonguna, Hans Jacob Thomsen, Kim Durhuus og Liljan Weihe, taka undir við uppskotinum, men heita á landsstýrið um at eftirmeta og dagføra skipanina um barnafrádrátt í § 2 í løgtingslóg um áseting av skatti, so hon samsvarar betur við verandi familjumynstur. Frádrátturin eigur í størri mun at fylgja barninum, og tað er ikki tíðarhóskandi at gera mun á samlivandi og giftum pørum í lógini.

 

Soleiðis sum undirtøkan er í trivnaðarnevndini, so bendir alt á, at hetta er eitt mál, sum samgongan fer at atvkøða ígjøgnum.