Í morgin vitjar Spitsbergen aftur í Elduvík

Spitsbergen hevur fleiri ferðir áður vitjað í Elduvík

Runavíkar havn skrivar soleiðis: 

 

Í morgin 4. oktobur vitjar ferðamannaskipið Spitsbergen aftur í Elduvík. Skipið fer at liggja fyri akker út fyri bygdini, og ferðafólkini verða førd í land við gummibátum. Spitsbergen hevur vitjað bygdina fleiri ferðir áður og hetta er aðru ferð í ár. Móttøkutoymið, ið er samansett av fólki í Elduvík, Runavíkar Havn og Visit Runavík, hevur góðar royndir í at taka ímóti, og manningin kennir eisini umstøðurnar.

 

Runavíkar havn og Visit Runavík hava seinastu árini arbeitt saman við íbúgvunum í Elduvík við at menna hendan burðardygga leist. Tikið verður í mesta lagi ímóti 3 skipum um árið í Elduvík.

 

Spitsbergen, sum hoyrir undir reiðariíð Hurtigruten, er 100 m langt og umborð eru umleið 123 ferðafólk. Skipið kemur kl. 7.00 og fer avstað kl. 15.00. Fyrsti bátur kemur inn á land kl. 8.30. Umboðsfelagið í Føroyum er Faroe Ship, skrivar Runavíkar havn, sum ynskir Spitsbergen at vera vælkomin aftur til Elduvíkar.