Tað er Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, sum hevur sett Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismanni, ein grein 52a fyrispurning um málið.
– Sum skilst eru ikki greiðar reglur um bústaðarskráseting í hesum sambandi, sigur løgtingsmaðurin. Spurningur hansara er soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um tað eru greiðar reglur um bústaðarskráseting av fólki, sum býr á røktarheimi ella sambýli?
2. Um ikki, hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera greiðar reglur um hetta, og hvussu hugsar landsstýrismaðurin, at hesar skulu verða?
Í viðmerking til spurningin sigur Jørgen Niclasen, at fólk eiga at verða skrásett hjá Landsfólkayvirlitinum at búgva, har tey hava sín bústað.
– Tey eiga tískil at rinda skatt í tí kommunu, tey búgva. Spurnartekn kann tó setast við hetta krav, tá tað snýr seg um røktarheim ella sambýli. Sum skilst eru ikki greiðar reglur um bústaðarskráseting í hesum sambandi.
– Dømi er frá, tá eldraøkið varð lagt til kommurnar at umsita. Ein borgari var á røktarheimi í einum øðrum kommunalum eldraøki, enn viðkomandi var frá. Tá var spurningurin, um viðkomandi skuldi flyta bústað. Tað hevði merkt, at kommunala samstarvið, har røktarheimið lá, skuldi rinda tað, sum plássið kostaði, sigur Jørgen Niclasen.
Bústaðarkommunan hevði tá sloppið undan at rinda, vísir hann á.
Tað varð tá avgjørt, at eingin kann hava adressu á røktarheiminum. Tað vil siga, at fólk skuldu varðveita ta adressu, tey høvdu, áðrenn tey komu á heim. Hetta hevur við sær, at kommunan sum viðkomandi búði í, fær skattainntøkurnar hjá viðkomandi persóni og er við at rinda fyri røktarheimsplássið.
– Annað dømi er um persón, sum er fluttur, uttan at familjan er kunnað ella spurd. Talan er um lítla kommunu, sum er í eldrasamstarvi, men sum einki røktarheim hevur. Landið hevur rindað fyri byggingina av røktarheiminum, meðan allar kommurnar í samstarvinum rinda fyri raksturin. Men av tí, at persónurin verður fluttur, fær kommunan, har heimið er staðsett, alla skattainntøkuna frá persóninum, og kommunan, har viðkomandi búði, missir skattainntøkuna. Tað sum er verri, er at viðkomandi av flytingini fekk eina munandi skattahækking. Hetta tí at skattaprosentið var munandi hægri, har viðkomandi varð fluttur til, sigur Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.