Spyr um viðgerðartrygd, bíðilistar og skannara

Kaj Leo Holm Johannesen hevur landsstýriskvinnuni í heilsumálum, Margit Stórá, ein grein 52 spurning um viðgerðartrygdina og bíðilistar og harumframt nýtslu av MR/CT-skannarum á Landssjúkrahúsinum.

 

Hvussu langur er bíðilistin til tær mest vanligu diagnosurnar og hvussu leingi skulu fólk bíða eftir at sleppa til eina MR- ella CT-skanning á Landssjúkrahúsinum og hvussu verður tann nýggji skannarin í Klaksvík brúktur í tí samlaðu prosessini fyri alt sjúkrahúsverkið í Føroyum.

Hvussy nógv verða skannararnir nýttir um vikuna, og kunnu teir verða enn meira gagnnýttur, soleiðis at bíðitíðirnar minka?

Kunna vit brúka okkara skannarar enn meira fyri at ein skannari fyri at stytta um bíðitíðirnar og arbeiða fram ímóti, at føroyingar kunnu fáa somu møguleikar sum í Danmark viðvíkjandi viðgerðartrygd4 

Hvussu nógvar mió eru settar av í 2024 til nýggjar raðfestingar fyri at gerða okkara sjúkrahúsverk betri og fyri at stytta um okkara bíðulistar,

 

Viðmerkingar

Tað er eftir mínum tykki neyðugt at starvsfólkini innan sjúkrahúsverkið eitt nú sjúkrarøktarfrøðingar og vaskifólk fáa neyðugar resursir og eitt tiltrongt lønarlyft fyri at motivera starvsfólkið meira til at stytta um bíðilistarnar

Taðkostar samfelagnum nógv, um fólk ganga óneyðuga leingi við heilsuligum trupulleikum.

 

Eg vil við hesum spurningi seta sjóneykuna á, um vit hava sett nóg mikið av resursum av, til at vit brúka okkara skannarar optimalt, og eisini vil hann hava at vita hvat skal til, fyri at stytta um bíðilistarnar til tann føroyska sjúklingin