Til jólaborðhaldið hjá Nes kommunu fríggjakvøldið vórðu fleiri starvsfólk heiðrað.
* Oddvør Højgaard fyri 35 ár. Arbeitt í dagrøktini og nú í Frítíðarskúlanum.
* Julianna Nesá fyri 30 ár. Arbeitt í dagrøktini og nú í Barnagarðinum.
* Annie í Hjøllum fyri 30 ár. Arbeitt í dagrøktini og nú sum vaskifólk í svimjihøllini.
* Johild Túgvustein fyri 25 ár. Arbeitt í dagrøktini og nú í Barnagarðinum.
* Martha Johannesen fyri 20 ár sum skrivari í Tofta skúla.
* Elin Ólavsdóttir á Torkilsheyggi fyri 20 ár í kommunustýrinum.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, handaði minnisgávur og takkaði teimum heiðraðu fyri trúgva og drúgva tænastu.
Í røðu nevndi borgarstjórin, at kommunukanningin vísti, at Nes kommuna liggur millum tær allar fremstu kommunur í landinum.
- Tað eru vit, sum vera man, sera takksom fyri. Hetta er eisini í stóran mun starvsfólkunum at takka fyri.
Súni í Hjøllum vísti á, at starvsfólkini eru grundarlagið fyri góðu gongdini og góðu úrslitunum.
- Tað hevur sera stóra týdning at fáa sagt, at býráðið fegið vil bæði viðurkenna og takka hvørjum einstøkum av tykkum fyri tykkara dagliga verk millum ár og dag.
##med2##
Við jólaborðið varð Súni í Hjøllum eisini heiðraður fyri 40 ár í kommunustýrinum.
Tað var varaborgarstjórin, Heini S. Kristiansen, sum handaði honum ein málning og takkaði fyri trúgva tænastu og sera gott samstarv.