Stella sýnir fram á stórari framsýning í París

Í hesum døgum sýnir Stella Zachariassen málningar fram á risastóru Porte de Versailles framsýningini í París

Mynd: Petur Zachariassen

Hetta eru stórir dagar hjá Stellu Zachariassen.

Hon sýnir fram málningar á risastóru Paris Expo Porte de Versailles framsýningini.

 

Fyri Stellu er tað ein stórur dreymur, ið er vorðin veruleiki.

 

Framsýningin er opin millum 22. og 24. september. Framsýningin letur aftur í morgin klokkan 19.

 

Stella sýnir fram lundamálningar, ið hon er vorðin kend fyri.

 

Føroyingar staddir í París kunnu vitja framsýningina á hesari addressuni: 

 


Parc Expo - Pavillon 5.2

Porte de Versailles

1 Place de la Porte de Versailles

75015 Paris.

 

 

 

Mynd: Petur Zachariassen