Vakthavandi á politistøðini í Havn boðar frá eini friðarligari nátt hjá løgregluni. Einki mál er skrivað, hóast løgreglan hevur koyrt full fólk til hús og á skaðastovuna.
Tó so eru onkur mál, sum løgreglan arbeiðir við. Ein fráboðan kom úr Glitnir, at tveir mans um afturlatingartíð, tóku ein leysan vegg – ein av teimum, sum standa sum skilaveggur básarnar í Glitnir.
Boðini vóru, at í øllum rokinum, tá Glitnir skuldi steingja, lupu tveir mans knappliga avstað við hesum vegginum.
– Vit fara at hyggja ígjøgnum vakmyndatólini, og so finna vit helst fram til teirra. Vit hava fingið navnið á øðrum teirra, so tað málið verður helst loyst, sigur vakthavandi á politstøðini.