Um vald á Løgting fari eg sum borgarlig, sosial og frílynd kvinna at virka fyri, at játtanin til barnaansing (nú kommunal) kann fylgja barninum og ikki stovninum.
Løgting og kommunur kundu samráðst um at innføra valfrælsi í barnaansing.
Børn og barnafamiljur í Føroyum eru so væl fyri, at íalt hava land og kommunur ráð til at játta tilsamans uml. 1.000 mió (1 mia) krónur árliga til ‘barnavælferð’.
Eini 5.000 børn eru í Føroyum millum 0 og 6 ár.
Føroyska burðartalið (2,5 barn í miðal pr. kvinnu) liggur 50% hægri enn okkara grannalond og upp í 100% hægri enn sunnaru og eystaru lond í ES.
Hetta vesturlendska metið er okkara mammum (og fedrum) til heiður.
Hvørt barn á stovni ‘kostar’ okkara kommunum eini 6-8.000 kr. í ansing hvønn mánað.
Umframt gjalda flestu foreldur 2-3.000 kr. um mánaðin pr. barn fyri ansing.
Óivað kundu fleiri foreldur hugsað sær at ansa sínum egnu børnum heima enn á stovnum í eitt tíðarskeið.
Fleiri foreldur halda, at teirra børn og kanska tey sjálvi høvdu havt betri av at verða heima hjá mammuni (foreldrunum) 1 ár ella 2 longur (og hví ikki til 6 ára aldur, um neyðugt)?
Tær mammur (foreldur), sum vilja sleppa út at arbeiða eitt ár eftir barnsburð, kunnu sjálvsagt velja verandi kommunalu barnaansing.
Men nakrar møður (foreldur) kundu hugsa sær at halda fram í barnsburðarfarloyvi,
við teimum 7-8.000 kr. í løn fyri heimaansing, sum kommunan nú rindar sínum ansingarstovnum pr. barn - kundu flutt játtanina frá stovni til foreldur.
Umframt hesa mánaðar ’løn’ høvdu foreldur spart sín part av kostnaðinum fyri komunala barnaansing, altso eini 2.000 kr. um mánaðin (alt eftir hvørja kommunu ein hoyrir til).
So høvdu ‘pengarnir fylgt barninum’ og ikki sum nú stovninum.
Hetta valfrælsi hjá foreldrum átti at verið rímiligt í fríum landi sum Føroyum.
Veljið Fólkaflokkin.