Stór ráðstevna um ítrótt: Frá spælandi børnum til stór avrik

ÍSF og Setrið skipa fyri spennandi ítróttarástevnu, sum verður hildin í Kongshøll 31. januar 2025.

Tíðindaskriv:

 

Á ráðstevnuni viðgera vit týdningin av rørslu og ítrótti fyri børnini, breiddina og tey bestu.

 

Fremsta vitan í Føroyum og uttanlands

Undir heitinum “Frá spælandi børnum til stór avrik” hava vit boðið bæði føroyskum og altjóða granskarum at leggja fram nýggjastu vitanina um børn og ung, tá tað snýr seg um rørslu, ítrótt og trivnað. 

Eisini fara stovnsleiðarar at greiða frá arbeiðinum at fáa meira rørslu inn í gerandisdagin, og íðkarar at greiða frá síni persónligu ítróttaleið. 

Harumframt verða framløgur um møguleikar við nýggju høllina Við Tjarnir, og hvussu vit kunnu brúka hana sum eitt amboð til gransking innan rørslu, ítrótt og heilsu fyri allar føroyingar.

 

Kom og fá íblástur til, hvussu vit øll – í barnagørðum, skúlaverkinum, ítróttarfeløgum og kommunum – kunnu skapa karmar, sum stuðla ítrótti, rørslu og trivnaði í okkara samfelagi.

 

Málbólkur: Lands- og kommunalmyndugleikar, ítróttasambond,  ítróttafeløg, fakfólk, foreldur og onnur áhugað.

 

Tíð og stað: 31. januar 2025 kl. 9.00 - 14.30 í Kongshøll, Vestara Bryggja 15, Tórshavn.

 

Skrá og tilmelding sæst á: www.atgongumerki.fo

 

G.G: Ráðstevnan er ókeypis