Norsk mótstøða móti VAR

Meðan føroyskur fótboltur fær VAR, ynskja feløgini í Norra at sleppa av við VAR

Royndin við VAR, ið var gjørd á Tórsvølli í apríl mánað í 2023 eydnaðist so mikið væl, at beinanvegin bleiv avgjørt at arbeiða víðari við ætlanini at seta VAR í verk í Føroyum – Mynd: www.FSF.fo

Fótbóltssamband Føroyar hevur boðað frá, at VAR verður at síggja í føroyskum fótbólti frá 2026. Fyrst við nøkrum royndum í ár, og í 2026 verður ein dystur um vikuna við VAR. Tað sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

 

Í Norra eru tey ikki so fegin um VAR (Video Assistant Referee). Tað kom í brúk í norskum fótbólti í 2023, men undan kappingarárinum í ár eru fleiri feløg, sum ikki ynskja at halda fram við VAR, skrivar VG.

 

Í hesum døgum hava øll feløgini eykaaðalfund, har tey avgerða, hvussu tey skulu atkvøða á einum fundi hjá Norsk Toppfotball 22. januar. Higartil sigur atkvøðugreiðslan á aðalfundunum 15 ímóti VAR, 11 fyri VAR og seks hava ikki havt atkvøðugreiðslu enn.

 

Men tað er ikki Norsk Toppfotball, sum eigur endaliga avgerðina. Hana eigur norska fótbóltssambandið, NFF. Tann fundurin verður í mars og har hava øll limafeløgini atkvøðurætt. Ikki bara tey størstu, sum eru í Norsk Topfottball.

 

So sjálvt um tað er ein meiriluti ímóti á fundinum hjá Norsk Toppfotball 22. januar, merkir tað ikki, at tað verður ein meiriluti á fundinum hjá NFF í mars, men tað sigur nakað um stemningin viðvíkjandi VAR í Norra.

 

##med2##

 

Royndin við VAR, ið var gjørd á Tórsvølli í apríl mánað í 2023 eydnaðist so mikið væl, at beinanvegin bleiv avgjørt at arbeiða víðari við ætlanini at seta VAR í verk í Føroyum – Mynd: www.FSF.fo

Mynd: (Skíggjamynd av VG.no) VAR-barometrið hjá VG