Tað er ikki trygt at sleipa tangaskipið, Sounion, sum stendur í ljósum loga í Reyðahavinum, eftir at houti'arar í Jemen hava lopið á skipið.
Tað heldur herflotadeildin hjá ES-londum, sum er í økinum fyri at tryggja skipaferðsluna.
Tangaskipið er lastað við 150.000 tonsum av ráolju. Tað varð álopið út fyri býnum, Hodeida í Jemen hin 21. august í ár.
Stúrt verður fyri, at oljan kann leka út í Reyðahavið, og sambært ES kann hetta gerast ein umhvørvisvanlukka, sum ikki er sædd í økinum áður.
USA hevur ávarað ímóti einari vanlukku, sum kann gerast verri enn nógv umrødda Exxon Valdez-vanlukkan út fyri stondini á Alaska í 1989.
Tað er tíðindastovan NTB, ið ber hesi tíðindi í kvøld, sum eisini norska kringvarpið - NRK - endurgevur.