Streymurin brúkiligur og veðurvánirnar á einari leið

10 frystilínuskip og eitt ísfiskalínuskip eru í løtuni til fiskiskap. Nøkur eru á fjarleiðum, men tey flestu eru undir Føroyum.

Tað eru bara tvey størri ísfiskalínuskip eftir í flotanum. Síðan eru nøkur smærri ísfiskaskip, sum hava egningamaskinu.

 

Eitt av teimum størru ísfiskalínuskipunum fiskar í løtuni undir Føroyum og fær mest av hýsu og nakað av toski.

 

- Hitt ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.

 

Av frystilínuskipunum, sum nú eru fleiri í tali, fiska seks undir Føroyum, eitt er á Íslandsrygginum, tvey eru í Grønlandi, og eitt er á Flemish Kap.

 

- Skipini fáa eina blanding av toski, longu, brosmu og so nakað av svartkalva, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Um útlitini til útróður hesa vikuna verður sagt, at streymurin verður brúkiligur.

 

- Veðurvánirnar eru eisini brúkiligar, so vit vænta, at nakað verður av útróðri í vikuni, verður lagt aftrat.