Tíðindaskriv:
Høvuðsorsøkin til framgongdina er, at nettorentu- og ómaksgjøld eru hægri, niðurskrivingarnar eru lægri og umframt at virksemið sum heild er økt.
Útlánini hækkaðu úr 587 mió kr. upp í 606 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur á 19 mió. kr. ella 3,2 %. Fyrra hálvár vaks realkredittfíggingin við 9 %.
Innlánini vóru 752 mió. kr. sammett við 677 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør, sum er ein hækking á 75 mió. kr. ella 11,1 %.
Eginkapitalurin er øktur úr 69,1 mio. kr. upp í 75,4. mió. kr. sammett við sama tíðarskeið í fjør.
Solvensur og gjaldføri
Solvensurin var 24,2 % samanborið við 22,0 % í 2023. Lyklatalið fyri gjaldførið var 576 % í mun til lógarkravið á 100 %.
Søren Lünell Bruhn, stjóri, er vælnøgdur við gongdina higartil í ár: “Í 2024 eru kundarnir aftur farnir at velja realkredittfígging til bústað, sum er eitt gott val og nakað, ið vit gleðast um. Vit vænta enn størri vøkstur innan realkredittfígging í heyst.” Hann leggur at enda afturat, at væntanin til endaliga ársúrslitið fyri skatt 2024 er 6,0 mió. kr.
Úrslitið fyri fyrra hálvár 2024:
Úrslit eftir skatt: 3,1 mió. krónur Útlán: 606 mió. krónur
Innlán: 752 mió. krónur Solvensur: 24,2 %
LCR 576 %