Summar Festivalurin endar við einum braki í kvøld

Í dag er triði og seinasti dagurin á Summar Festivalinum 2023

Tað fyrsta á skránni á Summar Festivalinum í dag er eins og undanfarnu dagarnar, at Silvi bjóðar vælkomin í Silvalandi. Silvaland er opið til klokkan 19:00 og skráin er pakkað við góðum undirhaldi, tónleiki og framførslum. Eitt nú spæla kulu røturnar SMÍL og BUBU, ein dansibólkur úr Filipinunum kemur at framføra og vinnararnir av Silvakappingini verða kunngjørdir.

 

Konsertirnar á festivaløkinum fara í gongd longu klokkan 17:00, tá Torfríð Tavsen skal spæla á torginum.

 

Ikki færri enn fýra konsertir vera á Vágsbø í kvøld. Marius Ziska spælur klokkan 18:00, heimskendi Reiley spælur klokkan 20:30, eitt av høvuðsnøvnunum í ár Suzi Quatro, spælur klokkan 23:00 og Jonah Blacksmith spæla klokkan 02:00.

 

Seinasta konsertin á ársins Summar Festivali verður í tjaldinum við glóðheita hiphop bólkinum RSP klokkan 03:00.