Fyrrakvøldið taptu Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Ajax 26-33 (14-15) fyri Ringkøbing á útivølli í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Súna avrikaði tó væl. Hon gjørdist toppskjútti hjá Ajax við sjey málum, umframt at vinna liðnum tvey brotskøst og leggja upp til eitt mál.
Fyri sítt góða avrik er Súna vald á vikuliðið í bestu donsku hondbóltsdeildini, ið er valt í mun til avrikini í fjórða umfari í kappingini.
Her er vikuliðið fyri 4. umfar:
##med2##