- Eg tími væl Tvøroyri og Suðuroynna, men í løtuni umhugsi eg, um eg skal stilla upp aftur hesaferð. Tað eru nøkur ting, eg noyðist at viga upp ímóti hvørjum øðrum, sigur Súsanna Bertholdsen.

Súsanna hevur ikki tikið støðu til uppstilling

- Eg tími væl Tvøroyri, og eg tími væl Suðuroynna, men í løtuni umhugsi eg, um eg skal stilla upp aftur til býráðsvalið ella ei, sigur Súsanna Bertholdsen, ið situr sum varafólk á tingi

- Eg tími væl Tvøroyri og Suðuroynna, men í løtuni umhugsi eg, um eg skal stilla upp aftur hesaferð. Tað eru nøkur ting, eg noyðist at viga upp ímóti hvørjum øðrum, sigur Súsanna Bertholdsen.

Á løgtingsvalinum seinast endaði hon sum fyrsta varafólk á javnaðarlistanum, og tá flokkurin kom í Tinganes, fekk hon løgtingssess, sum hon nú hevur røkt tað mesta av einum hálvum valskeiði.

 

Talan er um Súsonnu Bertholdsen, sum eisini var býráðslimur í Tvøroyrar kommunu, tá hon tók sæti á Føroya løgtingi, og hetta var annað skeiðið hjá henni í býráðnum. 

 

Skjótt gjørdi hon greitt, at hon fór ikki at sita bæði í býráðnum og í løgtinginum. Eftir eina tíð fór hon í farloyvi í býráðnum, og í hennara stað kom Eyð Eidesgaard.

 

Nú kommunuval stundar til, hava vit spurt Súsonnu Bertholdsen, um hon ætlar sær at stilla upp aftur til býráðsvalið í Tvøroyrar kommunu hesaferð, men hon er í iva.

 

- Eg tími væl Tvøroyri, og eg tími væl Suðuroynna, men í løtuni umhugsi eg, um eg skal stilla upp aftur hesaferð ella ei. Tað eru nøkur ting, eg noyðist at viga upp ímóti hvørjum øðrum, áðrenn endalig støða verður tikin.

 

Hon vísir á, at tey nú eru í  holt við at gera listan til kommunuvalið kláran, men at tey ikki heilt eru komin á mál.

 

- Tað er ikki soleiðis, at her standa fólk í kø at sleppa upp á listan. Hvussu tað verður við mær sjálvari, dugi eg ikki at siga beint í løtuni, meg eg umhugsi støðuna.

 

Súsanna Bertholdsen ásannar, at tað er krevjandi at røkja bæði tingsess og býráðssess - serliga, tá onnur uppgávan skal fremjast í Havn og hin á Tvøroyri.

 

- Tað er nakað heilt annað, har landafast er, og tú bara kanst leypa yvir um vegin - ella seta teg í bilin og koyra.

 

Hon vísir á, at hon brennur fyri Tvøroyri og Suðuroynni sum heild, men nú hon er á tingi, er hon í iva um uppstilling til býráðsvalið.

 

- Mær dámar væl at fáast við býráðsarbeiði, og mær dámar sera væl tingarbeiði. Tingarbeiðið er bæði læruríkt, spennandi og avbjóðandi, eg her føli eg, at eg kann gera mun, sigur Súsanna Bertholdsen.

 

Løgtingskvinnan leggur aftrat, at hon hevur brúk fyri einari tíð aftrat, áðrenn endaliga avgerðin um uppstilling til býráðsvalið hesaferð verður tikin.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

- Eg tími væl Tvøroyri og Suðuroynna, men í løtuni umhugsi eg, um eg skal stilla upp aftur hesaferð. Tað eru nøkur ting, eg noyðist at viga upp ímóti hvørjum øðrum, sigur Súsanna Bertholdsen.