Svenski Adi Terzic til NSÍ

Betri deildin menn: Fyrrverandi svenski U19-landsliðsspælarin, Adi Terzic, hevur skrivað undir við NSÍ

Mynd: (NSÍ) Jens Wedeborg og Adi Terzic

Fyrrverandi svenski U19-landsliðsspælarin, Adi Terzic, hevur skrivað undir við NSÍ. Adi Terzic er 26 ára gamal. Hann er svii, men hevur eisini røtur úr Bosnia-Herzegovina, sum eftirnavnið ber boð um. Umframt royndirnar á svenskum ungdómslandsliði hevur hann spælt ikki færri enn 75 dystir í næstbestu deildini í Svøríki. Høvuðsvenjarin hjá NSÍ, Jens Wedeborg, kennir væl landsmannin hjá sær.

 

– Talan er um royndan miðverja. Hann er ein leiðaratýpa, ið hevur verið liðskipari á fleiri liðum. Hann er atletiskur og spælir javnt á einum høgum støði, sigur Jens Wedeborg við heimasíðuna hjá NSÍ.

 

Sjálvur er Adi Terzic sera spentur uppá eina nýggja uppgávu, har hann sleppur at royna seg í einum øðrum landi.

 

– Talan er um júst røttu løtuna hjá mær at royna eitt nýtt felag í einum nýggjum landi. Talan er um eitt áhugavert projekt, ið leiðslan í felagnum hevur lagt fram, og hetta ljóðar lokkandi. Eg fari at gera mítt allarbesta til at fáa felagið aftur í toppin av føroyskum fótbólti, har eg havi frætt, at tað hoyrir heima, sigur hann í viðmerking við heimasíðuna hjá NSÍ.

 

Jens Wedeborg er nýggjur venjari. Klæmint A. Olsen er komin aftur úr Íslandi og James Drye er komin til úr B71. NSÍ er aftur í Betri deildini.

 

Mynd: (NSÍ) Jens Wedeborg og Adi Terzic