Tónleikaligt nýggjárbrak

Tónabrúgv 2019 byrjar við einum festligum braki í Spaniastovu leygarkvøldið 19.januar.
Tá fara Jens Marni Hansen, Janus Wiberg Mortensen og Pauli Magnusen at spæla egin løg. Talan er um nýggjan og eldri fjølbroyttan tónleik bæði folk, pop, kontri og rokk.

 


 

Jens Marni er rættiliga kendur á føroyska tónleikapallinum. Hann hevur spælt við Kjølar, All That Rain, Showmenn og Faktor 4. Síðani 2008 hevur hann sjálvur lætið úr hondum: The right way, 2008, Anywhere you wanna go, 2013, og í 2014 gav hann út Føroyskir klassikarar.

 


 

Janus Wiberg Mortensen tók føroyska tónleikapallin meir ella minni við storm, tá hann í 2014 gav út fløguna Breathing. Janus hevur veruliga gjørt vart við síðani, og í 2017 gav hann út Mítt vakra Føroya land, sum hevur verið nógv at hoyrt.

 


 

Pauli Magnusen er kendur basleikari úr Vestmanna. Hann hevur drúgvar royndir sum basleikari saman við fleiri av fremstu tónleikarum í Føroyum.