Tá 6 milliónir, gjørdust til milliardir!

Knappliga ein dag, í undanfarnu samgongu, hoyrdust boðini í útvarpslurtinum, at føroyski lívfiskurin, høvuðsgrundarlagið undir føroyska laksaævintýrinum, skuldi fyribeinast.

 

Alifyritøkurnar høvdu lítið álit á dygdini á føroyskt menta lívfiskinum. Eisini hóast nógv orka og vit, hjá nógvum undangongufólkum, í nógv ár var lagt í uppgávuna.

 

Bakkafrost var tó so beinasamt, at halda lívfiskunum á lívi, eina løtu afturat, men alt bendið á at føroyski alilaksurin sang sín banasong.

 

Nøkur brennandi fakfólk á økinum, royndu tó at gera vart við dygdirnar í føroyska alilaksinum.

 

Í polittisku skipanini, var kolasvart hjá teimum nógvu. Í veruleikanum vóru vit bert tvey, sum byrjaðu drúgva dystin fyri at bjarga føroyska alilaksinum.

 

Fyrst við argumentum um serliga góða føroyska laksin, og hansara sjúkumótstøðuføri. Síðani við polittiskum valdi, og tjóðskaparpolitikki.

 

Tvey blivu til 33, og Løgtingið samtykti eina játtan uppá ul. 6. mió.kr, sum gjørdi at lívfiskurin, varð bjargaður, og varð fluttur suður á Lívfiskastøðina í Skopun.

 

Fakfólkini á økinum fingu so bjarga sili og rognum, og harvið høvuðsgrundarlagnum undir føroysku alivinnumi í dag.

 

Júst hesir fiskar eru høvuðsgrundarlagið undir føroysku alivinnuni í dag.

 

Hóast tað er torført, neyvt at meta um veruliga virðið í bjargingini av føroyska lívfiskinum, so er einki at ivast í, at tann dysturin, sum Hanna Jensen, og undirritaði vunnu í land, elur milliardavirðir til Føroyaland í dag.

 

Set krossin á trygga grund.

 

Páll á Reynatúgvu

 

Løgtingsmaður

 

Tjóðveldi