Tað ber væl til at koma fyri seg

Svend Højgaard mátti í 2016 sjúkrameldast frá starvinum sum leiðari á bókasavninum við Løkin. Battaríini vóru útbrend og máttu løðast upp aftur, og tí varð Svend Højgaard sjúkrameldaður í tríggjar mánaðir. Men at vera sjúkrameldaður fyri strongd er ikki tað sama sum at vera útbrendur, og tað ber væl til at koma fyri seg eftir at hava verið strongdur, heldur Svend Højgaard

Svend Højgaard hevði stórar ætlanir við starvinum sum leiðari á bókasavninum við Løkin. Men krøvini, sum Svend Højgaard setti til sín sjálvs, fóru so smátt at gera seg inn á sálarligu heilsuna, og endin var, at konan gjørdi vart við, at okkurt ruggaði ikki rætt.

 

– Konan hjá mær varnaðist, at mín atburður var broyttur. Fjúsið var stytri og eg reageraði skjótari upp á smærri konfliktir, til dømis hjá børnunum. Eg østi meg ov lætt, og smáting gjørdust óneyðuga stór. Eg kundi øsa meg um klandur millum synirnar hjá mær ístaðin fyri at bíða í tveir minuttir, so tað loysti seg sjálvt.

 

Svend Højgaard gjørdi ikki nakað við tað sjálvur beinanvegin, men eftir at konan hevði havt tað á lofti nakrar ferðir, gjørdi Svend Højgaard av at royna eina kanning á netinum. Kanningin gav ábendingar um, at talan var møguliga um strongd, og Svend Højgaard gjørdi tí av at lesa meira um strongdarsymptomini, sum kanningin vísti.

– So ræður tað um at vera erligur og at reagera upp á tað so skjótt sum gjørligt. Eg var ikki komin so langt út, at matarlystur og svøvnur var farin, so á tann hátt var eg heppin, tí strongdin kann geva varandi mein.

Svend Højgaard gjørdi av at fara til lækna, og ráðini frá læknanum vóru greið: hann skuldi sjúkrameldast.

– Eg hevði ikki meira enn hálvtalað orð, so sigur læknin at eg skuldi sjúkrameldast. Tá hugsaði eg "ja, takk fyri. Hetta er tað, sum eg havi brúk fyri."

 

Arbeiðsgevarin var skjótur at skilja støðuna, og Svend Højgaard varð sjúkrameldaður í tríggjar mánaðar.

 

Tók arbeiðið við heim

 

Svend Højgaard ger greitt, at tað vóru hansara egnu forvætningar og krøv til sín sjálvs, sum gjørdu, at hann gjørdist strongdur.

 

– Eg forvæntaði, at eg skuldi vera so og so góður maður, eg skuldi útynna so og so nógv á arbeiðsplássinum. Eg skuldi vísa á nøkur úrslit, eg skuldi prógva, at eg hevði gingið so og so leingi í skúla og at bókasavnið við Løkin skuldi verða heimsins besta. Samstundis var mamma mín sjúk við hús, og eg skuldi eisini prógva, at eg kundi hjálpa har.

 

– Eg var mín egni leiðari á bókasavninum eisini, og har ert tú undir tínum egna trýsti, tí tú veit ongantíð, nær tað er gott nokk. Tú kanst altíð gera eitt sindur meira, og tá tú fert heim klokkan 17, so veitst tú ikki, um tú ert liðugur. Og tað er nokk nakað, ið øll vitanarstørv hava til felags - at tú tekur arbeiðsuppgávuna við heim.

 

Sjúkramelding var vegurin upp aftur

 

Fyrsta tíðin í sjúkrameldingini gekk einfalt út uppá, at tað trýstið, sum hevði verið í gerandisdegnum, skuldi sleppast, greiðir Svend Højgaard frá. Men tað var eisini ein avbjóðing í fyrstuni, tí Svend Højgaard var ikki greiður yvir, hvussu ring støðan var.

 

– Ta fyrstu tíðina føldi eg bara, at eg datt djúpri og djúpri niður í eitt hol. Onkuntíð fór eg at gráta av ongum - eisini tá eg var einsamallur heima. Eg græt av mínum hjálparsloysi.

 

Svend Højgaard var farin at ganga til sálarfrøðing, tá hann varð sjúkrameldaður, og aftaná tær fyrstu vikurnar vóru farnar aftur um bak, tóktiskt at ljósna.

 

– Eg gekk til sálarfrøðing. Tað var ikki fyri at skula liva gjøgnum nøkur gomul trauma, men eg fekk nøkur amboð, so eg kundi vita, hvussu eg skuldi hugsa í gerandisdegnum, soleiðis at eg fekk tað gott aftur.

– Aftaná tríggjar ella fýra vikur byrjaði eg at síggja, at tað gekk framá. Eg visti, at tað fór at vera ein tilgongd, men eg fekk fyrihildið meg til, hvar hetta trýstið kom frá, sum elvdi til strongdina. Og so kundi eg fyrihalda meg til tað, tá eg kom út aftur úr sjúkrameldingini, sigur Svend Højgaard.

So við og við gerst støðan betri,

– Tað verður longri millum niðurtúrarnar og tey myrku skýggini. Eg orkaði betri at vera sosialur og at práta við fólk.

Tíðin hjá sálarfrøðinginum gjørdi eisini tað, at Svend Højgaard gjørdist meira greiður yvir,

 

– Tú finnur útav, hvar tú hevði prioritera skeivt, og at tú skalt ikki seta alt ov høg krøv til tín sjálvs. Tað er ein trupulleiki í dag, at fólk koma út á arbeiðsmarknaðin við einari útbúgving og halda, at tey skulu fara út at gera allan munin. Tú ert bara eitt menniskja út av nøkrum milliardum, sum hava livað her á jørðini. Take it easy. Tú fært ikki kollvelt allan heimin, og øll kunnu ikki vera Nelson Mandela. Tað er eisini í lagi at gera munin í tí lítla, sigur Svend Højgaard.

 

At traðka fram hevur eisini avleiðingar

Svend Højgaard hevur áður traðka fram og fortalt um sínar upplivingar í dokumentarinum Eitt djúpi av máttloysi hjá Kringvarpi Føroya. Svend Højgaard angrar ikki, at hann hevur valt at vera opin um sínar upplivingar, men samstundis hevur hann kensluna av, at tað kanska hevur havt avleiðingar fyri sína karrieru.

 

– Eg havi hugsað, at tað kann hava havt ávirkan, tá eg havi søkt størv aftaná. Eg søkti rættiliga nógv størv, og eg var til nakrar samrøður eisini, men onkuntíð fekk eg illgruna um, at arbeiðsgevarin hugsaði, at eg var "hasin, sum hevði strongd", og tí valdu tey onkran annan.

Svend Højgaard metir, at hetta er møguliga nakað, sum ger seg galdandi í undirvitskuni hjá arbeiðsgevarum; at teir halda, at hann er varandi sjúkur.

Men tað er ikki so, sigur Svend Højgaard og leggur dent á, at hann er ikki bara "tann stressaði bókavørurin". Svend Højgaard skilir eisini, at fólk ofta spyrja, hvussu hann hevur tað, og at tey spyrja í bestu meining. Men endamálið við at sjúkrameldast var at koma fyri seg, soleiðis at hann ikki skuldi vera sjúkur í allar ævir.

– Eg reageraði tá eg reageraði, soleiðis at eg ikki noyddist at vera burtur í meira enn tríggjar mánaðir. Eg eri ikki púrasta útbrendur, og eg oyðilegði ikki battaríið. Battaríið varð tómt, men nú er tað løtt upp aftur.