Tað fellur honum fyri bróstið

Fiskiveiðistamsravið við Russland snýr seg ikki bara um fiskivinnupolitikk og búskap, sigur løgmaður

Samstarvið ímillum Føroyar og Russland, snýr seg ikki bara um fiskivinnupolitikk og búskap. Tað staðfesti, Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, sum eisini er løgmaður, á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum í morgum.

 

Hann staðfesti samstundis eisini, at kríggið í Ukraina er helst tann størsti mannskapti sorgarleikurin í okkara heimsparti síðan seinna veraldarbardaga.

 

– Føroya landsstýri fordømir kríggið í Ukraina uppá tað harðasta og Løgtingið hevur samtykt revsitiltøkini hjá ES. Vit taka ímóti flóttafólkum úr Ukraina, og vit hava latið størstu einstøku neyðhjálp í Føroya søgu til Ukraina.

 

Og formaðurin í Javnaðarflokkinum sigur, at um stutta tíð skulu vit eisini taka støðu til fiskivinnusamstarvið við Russland.

Men hann sigur, at tað fellur honum fyri brósti, tá ið hann hoyrir samstarviið við Russland einans snýr seg um fiskivinnupolitikk og búskap.

 

– Okkara samstarv við Russland er eitt samstarv við eitt land, sum hvønn dag, í 450 dagar, hevur framt krígsbrotsverk í Ukraina. Og talan er um eitt land við einum forseta sum altjóða krígsdómstólurin alment hevur skuldsett fyri krígsbrotsverk.

 

– Samstarvið við Russland snýr seg um fiskivinnu, tað snýr seg um arbeiðsmarknað og um fíggjarlig viðurskifti, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Hann sigur, at samstarvið við Russland snýr seg eisini um støðuna hjá reiðaríum, manningum, virkjum og arbeiðsfólki.

 

– Tað snýr seg somuleiðis um tær inntøkur, Barensthavið gevur, mótvegis teimum inntøkum, sum liggja í tí fiski, vit í dag lata russar fiska inni hjá okkum.

 

Men Aksel V. Johannesen ger eisini greitt, at samstarvið við Russland snýr seg sanniliga eisini um uttanríkispolitikk, umframt um verju- og trygdarpolitikk.

 

Og ikki minst snýr tað seg um, hvørji vit í Føroyum vilja vera.

 

– Ja, grundleggjandi snýr tað seg um, hvørji virði vit, sum fólk, land og tjóð, hava og vilja vera kend fyri, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

 

Hann ger greitt, at vit mugu hyggja at øllum viðurskiftum, tá ið vit taka støðu til hetta stóra mál. Eisini orðini hjá Putin, hansara fráboðaðu mál, hansara dubbing og hansara framferð má takast við. Og kríggið í Ukraina má takast við.

 

– Og vit koma heldur ikki uttan um nýggju russisku avgerðina um, at sivil skip kunnu gerast partur av hernaðarligu tilbúgvingini hjá Russlandi - altso eisini tey skip, sum liggja í føroyskum havnum, sigur Aksel V. Johannesen.

 

­– Vit koma heldur ikki uttan um, at uttan mun til, hvat vit gera, kann tað fáa avleiðingar fyri okkara vinnulív.

 

­­– Tí tað er ikki bara Russland, vit samstarva við og selja til. Vit hava eisini sera sterk vinnulig sambond við ES, Bretland, USA og onnur lond. Og hesi sambond vilja vit styrkja, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

 

Fiskiveiðiavtalan við Russland hevur verið eitt av okkara vinnupolitisku hjartabørnum líka síðani í 1977 tá ið tann fyrsta avtalan varð gjørd.

 

– Men nú standa vit á eini kjørbreyt. Her er eingin einføld avgerð og her er eingin løtt avgerð. Og her er eingin avgerð, sum øll verða nøgd við, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Hann sigur, at viðhvørt ber snøgt sagt ikki til at gera øllum til vildar, men hann vissar um, at hetta stórmálið verður gjørd við tí álvarsemi, sum krevst.

 

– Um eina viku fer Landsstýrið í Uttanlandsnevndina við málinum og eg eri sannførdur um, at vit koma at taka røttu avgerðina, sigur Aksel V. Johannesen.