Tað gerst einki á Vágseiði

1. DEILD: Dysturin millum FC Suðuroy og B36 er avlýstur

Skráin sigur, at tað í dag er rættiliga avgerandi umfar í næstbestu fótbóltsdeildini.

 

Seks tey ovastu á talvuni hittast í trimum innanhýsis uppgerðum.

 

Nú er greitt, at ein av hesum trimum dystunum ikki verður spældur í dag. Tað er tann á Vágseiði, har toppliðið FC Suðuroy hevði vitjan av B36. Fyrsta bríksl var ásett at vera nú klokkan 15.30, men nú er greitt, at tað verður eingin dystur í Vági í dag.

 

Dómarin Rúni Olsen hevur gjørt av, at tað ikki er ráðiligt at spæla fótbólt, tí veðrið er ov vánaligt.

 

Enn er ikki greitt, nær dysturin verður spældur.

 

Hinir fýra dystirnir í 22. umfari í 1. deild eru hesir

 

KÍ – FC Hoyvík: Leivur Zachariassen kl. 14.30

 

Víkingur – B71: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

 

NSÍ – HB: Rúni Gaardbo kl. 15.00

 

AB – TB: Áki Leitisstein Hansen kl. 15.30

 

 

 

FC Suðuroy211092452739
Víkingur211155492738
B36211074412737
AB21975402234
B7121966322533
TB216114281929
NSÍ21678293725
215313204418
FC Hoyvík214512164117
HB212613235412