Tað sær øgiliga tungt út hjá ÍF

Fyrsta málið hjá Dabo ber við sær, at tað eru sjey stig frá EB/Streymi og aftur til fuglfirðingar

Tað er varmakeldustevna í Fuglafirði, og tað hevur í allan dag verið nógvur aktivitetur í Fløtugerði.

 

Longu klokkan 14 var dystur í bestu fótbóltsdeildini millum ÍF og EB/Streym. Tað var longu undan dystarbyrjan greitt, at ÍF fór í summarfrí á tíggjunda og aftasta plássi. Spurningurin var, hvussu stór fjarstøðan fór at verða frá ÍF og fram til EB/Streym, sum var gestur í Fuglafirði.

 

Svarið upp á spurningin er, at fjarstøðan er sjey stig. ÍF hevur trý stig fyri 16 dystir, og EB/Streymur hevur 10 stig fyri 16 dystir. B68 er á áttanda plássi við 11 stigum.

 

Sigurin hjá EB/Streymi er tann fyrsti síðani 26. mai, tá ið tað endaði við 3-0 heimasigri ímóti Skála. Tá ið ÍF á summarmála var við Margáir, vann EB/Streymur 5-0.

 

Tað er møguleiki fyri, at bara eitt lið fer at flyta beinleiðis niður í næstbestu deildina. Um tað skulu vera tveir beineliðis uppflytarar, so er treytin tann, at tvey lið, sum ikki frammanundan eiga lið í bestu deildini, enda millum trý tey fremstu.

 

Nú 1. deild er farin í summarfrí, eru teir næstbestu hjá B36 topplið í næstbestu deildini saman við FC Suðuroy. Teir næstbestu hjá Víkingi eru á triðja plássi við 29 stigum, og AB, sum í gjárkvøldi vann 1-0 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ, er á fjórða plássi við 26 stigum.

 

Einasta málið í Fuglafirði í dag skoraði EB/Streymur í 63. minutti. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tí hann metti, at Elias J. Lervig hevði tikið beinini undan Virgari Jónsson. Jákup Nolsøe Olsen í ÍF málinum hálvbjargaði meistarliga royndini hjá Emil Weihe Joensen, men Boubacar Dabo var fyrstur á og setti returbóltin í málið og so var 1-0 til EB/Streym. Hetta var fyrsta málið hjá Dabo, síðani hann tíðliga í vár flutti til EB/Streym.

 

Næsti dysturin hjá EB/Streymi verður á heimavølli ímóti B36. Næsti dysturin hjá ÍF verður á heimavølli ímóti Víkingi.