Í morgin klokkan 17.45 tekur liðið hjá Óla Mittún, Sävehof móti liðnum hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt í tí fyrru fjórðingsfinaluni í EHF European League.
Fyri tey hondbóltsáhugaðu í Partille í Göteborg er tað risastórt, at Sävehof er komið so langt í kappingini, og tað er eisini fín vitjan tey fáa í høllini í Partille, tá eitt stórlið úr týsku bundesliguni kemur á vitjan.
Millum stjørnurnar hjá Flensburg er eisini svensku stórleikarin, Jim Gottfridsson, og tað minkar so avgjørt ikki um áhugan fyri dystinum.
Tað er útselt til dystin í Partille, so tað vera 4.000 áskoðarar til dystin millum liðini hjá Óla og Jóhan. Og tað eru fólk á bíðilista, ið vilja sleppa at síggja dystin. Tað skrivar Göteborgsposten.
Returdysturin verður leiktur í Flensburg, týsdagin 30. apríl klokkan 17.45. Tá verður tað væntandi frammanfyri 6.300 áskoðarum.
Í bundesliguni hevur havnarmaðurin, Jóhan vunnið báðar uppgerðirnar móti systkinabarninum hjá Óla, Elias Ellefsen á Skipagøtu og hansara liðfeløgum í THW Kiel.
Nú fáa vit so at síggja um tað verður havnarmaðurin ella hoyvíkingurin, ið verður omaná aftaná báðar fjórðingsfinalurnar millum Sävehof og Flensburg-Handewitt.