TeenStreet heldur fram í góðveðrinum

Føroyingarnir hugna sær á triðja degi í Týsklandi á TeenStreet leguni

Meðan føroyingar í stórum tali fara til Havnar at hátíðarhalda tjóðarhátíð okkara, ólavsøkuna til minnis um deyða Ólavs hin heilaga, eru umleið 180 føroyskir tannáringar umframt hjálparfólk og børn teirra, knapt 300 tilsamans  niðri í Suðurtýsklandi á TeenStreet legu.

 

Í hefti, sum leguluttakararnir hava fingið, sigur leiðslan á leguni um TeenStreet, at “TeenStreet er tiltak hjá OM (Operation Mobilisation). OM er ein altjóða kristin trúboðarafelagsskapur, sum ynskir at síggja sprelllivandi samfeløg av Jesu eftirfylgjarum millum tey minst náddu. Felagsskapurin byrjaði í 1957, og í dag arbeiða fleiri enn 4500 fólk í 150 londum og á skipunum Logos Hope (gomlu Norrønu) og Doulos Hope. Arbeitt verður við trúboðan, samkomustovnan, hjálpar- og menningararbeiði og við at eggja og menna lærusveinar.

 

TeenStreet byrjaði í Týsklandi í 1993. Síðani tá hava tannáringar í tíggjutúsundatali luttikið á legum runt um í øllum heiminum.”

 

Á leguni í ár, har uml. 180 føroyskir ungdómar ímillum 13 og 17 ár luttaka, er evnið “Dunamis”. Dunamis er eitt grikst orð, sum merkir styrki, kraft ella førleiki. Hesa vikuna fara tey at granska Ápostlasøguna saman. Tey fara at lesa um og finna út av, hvussu haldast kann fram við tænastu Jesusar, og um at liva eitt lív í kraft Heilaga Andans. Ápostlasøgan er full av søgum um menn og kvinnur, sum fullkomiliga broyttu heimin, tí tey vóru fylt av Dunamis.

 

##med2##

 

Á leguni er eisini nógv annað á skránni. Har er stór høll, sum øll rúmast í. Og tvær ferðir um dagin savnast øll í hesi stóru høllini til lovsang, sum føroyski bólkurin leiðir og til ein boðskap. Luttakararnir eru eisini í smáum liðum hvørt við sínum leiðara, sum tey møtast við fleiri ferðir dagliga.

 

TeenStreet ger eisini nógv burturúr, at tannáringarnir skulu trívast og hava tað stuttligt og gott í fríløtunum, sum eisini eru nógvar. Har eru góðir møguleikar bæði til ítróttar aktivitetir og ymisk meira listarlig og kreativ ítriv umframt so nógv annað, og á økinum eru eisini fleiri sølubúðir, so til ber at keypa sær okkurt gott undir tunguna.

 

##med3##

 

TeenStreet heldur fram til hóskvøldið 1. august, tá flestu føroysku leguluttakararnir flúgva beinleiðis heim úr Strasbourg.