Síðani seinasta hósdag hava uml. 180 føroyskir tannáringar saman við eini 100 føroyskum hjálparfólkum verið á TeenStreet legu niðri í Suðurtýsklandi.
Legan hevur gingið ómetaliga væl í allar mátar. Veðrið hjá teimum hevur eisini verið sera gott, og fyri tað mesta hevur tað verið við góðum sólskinsveðri og nógvum hita.
Á pallinum er tað føroyski bólkurin, sum nú hevur verið við í nøkur ár, ið hevur leitt lovsangin. Bæði ljóðblanding og ljósframleiðsla er eisini leitt av føroyingum. Og nógv verður gjørt burturúr á hesum økinum, so alt kundi verða so gott sum møguligt. Hans Poulsen hevur ljóðblandað og Villiam Soo Joensen hevur staðið fyri ljósinum. Ja, mann kann siga at pallurin og framleiðslan her við ljóði og ljósi og góðum tónleiki ikki stendur aftanfyri tað allarbesta, vit hava sæð heima í Føroyum. Í so máta hava okkara ungu verið verið “forkela” í ríkiligt mál.
##med2##
Í kvøld endar legan, og tey flestu fara heim tíðliga í morgin. Men longu í kvøld kl. 20 koma bussarnir inn á økið eftir føroyingunum, sum skulu flúgva heim úr Strassbourg, og klokkan hálvgum eitt í nátt lenda tey so í Vágum móð og troytt, men eisini glað eftir eina sera góða og væleydnaða legu.