Teir sigla og flúgva um havið so víða

Sá á einum av tíðindaportalunum, at tyrlan hjá Atlantsflog hevðiverið úti hjá nótaskipinum Fagraberg, sum hevði fingið ein sjógv240 fjórðingar norðanfyri Føroyar, og ein maður umborð hevðifingið skaða. Tyrlan flutti mannin á landssjúkrahúsið.  Hetta var ein langur túrur, sum sambært heimasíðuni hjá Vørn tók 9 t. og 30 min. 

 


Í hesum tíðindastubbanum eru tríggjar av grundsúlunum í einumvælferðarsamfelagi, sum eg seti   stóran prís uppá.

 

 

 

Eg virðismeti, at vit hava sjófólk, sum balist úti á havinum í ódnog í logn og leitar eftir fongi og førir hann til lands. Uttan hesihøvdu vit ikki tað vælferðarsamfelag, sum vit hava í dag. Hesiskulu virðismetast og hava tryggar karmar úti á havinum.

 

 

 

Eg virðismeti, at vit hava eina góða tilbúgving, sum traðkar til, tá óhapp og vanlukka rakar.  Sum í hesum førinum, har tyrla í vánaligum líkindum flýgur heilt út á sjómarkið  og   tekur einskaddan mann upp av skipinum. Her er ikki pláss til nógvarfeilir. 

 


Somuleiðis virðismeti eg, at vit hava eitt gott heilsuverk, sum kann taka ímóti á landi. 

 

 

 

Hetta eru tríggjar av grundsúlunum, sum fólkaflokkurin altíðhevur sett stóran prís uppá.  Vit fara eisini frameftir at  raðfestahetta høgt. Vit vilja gera gerandisdagin tryggari hjá okkumøllum, bæði á landi og sjógvi.

 

 

X við fólkaflokkin

 

X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.