Teis og Peter Krogh vunnu á Niklasi

Grannauppgerðin - og føroyingauppgerðin - millum HC Aarhus og Skovbakken endaði við eittmálssigri til HC Aarhus

Fyrr í dag var grannauppgerð - og føroyingauppgerð - í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í Aarhus.

 

HC Aarhus við føroysku landsliðsleikarunum, Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh á liðnum (og landsliðsvenjaranum, Peter Bredsdorff-Larsen í leiðsluni) tók ímóti Skovbakken, ið hevur Niklas Højgaard Hanusarson á liðnum.

 

Dysturin endaði við teprum 27-26 sigri til HC Aarhus. Í steðginum var HC Aarhus á odda 14-10. 

 

Tá 42 minuttir vóru farnir var HC Aarhus á odda 21-16. 11 minuttir seinni javnaði Skovbakken til 22-22. HC Aarhus kom framum 25-23, og eftir tað mistu teir ikki leiðsluna aftur.

 

Teis skoraði trý mál fyri HC Aarhus. Niklas skoraði eitt mál fyri Skovbakken. 

 

Støðan: 

 

NrLiðDystirStig
1Grindsted36
2Team Sydhavsøerne35
3HØJ 35
4Skive fH35
5Rækker Mølle34
6Odder 34
7Aarhus HC33
8TM Tønder33
9Skovbakken33
10HC Midtjylland32
11HC Odense31
12FIF31
13Køge Håndbold30
14Vendsyssel30