Teitur Lassen nýggjan sáttmála við Edition Wilhelm Hansen

Teitur hevur gjøgnum felag sítt Arlo and Betty Music gjørt sáttmála við Edition Wilhelm Hansen ið er partur av altjóða forlagnum Wise Music Group.

Talan er um størsta forlag í norðanlondum ið varð stovnað í 1857, sum Sibelius, Grieg og Carl Nielsen hava lagt lunnar undir.

 

Sáttmálin fevnir um alt tónleikaverkið, ið fevnir yvir 500 sangir og útgávur. Edition Wilhelm Hansen skal fáast við fyrisiting, útbreiðslu, og eftirlit av gomlum verkum umframt at festa nýggj verk á nótar.

 

– Eg gleði meg at hava fleiri á mínum liði og vera ein partur av einum forlagi, ið bæði er dygdarliga og søguliga rótfest, men samstundis er samtíðarligt og ikki gongur so høgt upp í tónleikagreinar men heldur setur skapanarhugan fremst, sigur Teitur Lassen.

 

##med2##

Teitur undirskrivaði sáttmálan saman við sínum umboðsmanni gjøgnum skjótt 25 ár, Christian Ulf Hansen, og forstjóranum í Edition Wilhelm Hansen, Loui Törnqvist.

 

##med3##

##med4##

Meira: https://wisemusiccreative.com/dk/news/2024/04/teitur-signs-publishing-deal-with-edition-wilhelm-hansen/