Marcus Rashford var rættiliga vónsvikin av, at hann ikki var millum teir kosnu hjá Gareth Southgate til enska EM-hópin.
Men høvuðsvenjarin hjá Manchester United, har Marcus Rashford hevur sáttmála stuðlar avgerðini hjá Gareth Southgate ikki at taka út Rashford til enska EM-hópin.
- Jack Grealish og Marcus Rashford avrikaðu ikki nóg væl í farna kappingarári. Og tá ein ikki avrikar nógv væl, so er vandin, at ein ikki verður tikin út til landsliðið, segði høvuðsvenjarin hjá Manchester United, Erik Ten Hag á pressufundi.
Erik Ten Hag heldur, at Ongland fer at standa seg væl í EM-endaspælinum: - Ongland hevur ein fantastiskan hóp, og tí eru teir favorittar. Ongland hevur eftir mínum tykki besta miðvøllin í allari EM-kappingini, sigur Erik Ten Hag.
Farna kappingarár skoraði Marcus Rashford átta mál og legði upp til fimm mál í dystum fyri Manchester United. Tað er langt undir miðal hjá honum.
Millum leysasøgurnar eru, at PSG hevur áhuga í Marcus Rashford, men tað er ikki váttað.