Tað gongur ikki heilt eftir ætlan hjá Erik Ten Hag, venjara hjá Manchester United, í løtuni. Liðið hevur misjøvn úrslit og luttøkan í Champions League hongur í tráði. Í vikuni hava fleiri av kendu journalistunum sagt frá keldum, at Erik Ten Hag hevur mist takið á hópinum.
Hetta er venjarin hjá Manchester United so ónøgdur við, at hann hevur bannlýst fleiri av journalistunum til tíðindafundin í dag, sum er í samband við dystin móti Chelsea i morgin.
- Teir skuldu verið komnir til okkum fyrst. Teir skuldu ikki verið farnir aftur um ryggin á okkum og útgivið greinar, sum ikki passa. Vit skulu hava ein forhold, har journalistar koma til okkum áðrenn, so vit kunnu kjakast tað, sigur Erik Ten Hag sambært Manchester Evening News, ið er ein av avísinum, sum er bannlýst.
Á tíðindafundinum avsannaði Erik Ten Hag, at hann hevur mist takið á hópinum. Hann vísti á, at tað altíð eru spælarar, sum ikki eru nøgdir. Tað er mangan spælararnir, ið ikki byrja inni. Hann legði afturat, at framtíðini sær gott út og at felagið setir spælarar við í løtuni.
Tað verður ein miðvikuumfar hesa vikuna. Manchester United skal spæla móti Chelsea í annaðkvøld. Í kvøld eru tveir dystir. Wolverhampton-Burnley og Luton-Arsenal.