Terji á konsertferð

Í løtuni fer umvælingararbeiði fram í mentanarhúsinum Salt á Drelnesi, og ongi tiltøk eru í hesum døgum, men 24. mai er forvitnisligt tiltak á skránni.

 

Salt.fo skrivar soleiðis:

 

Ein av okkara fólkakærastu sangarum og sangskrivarum seinastu mongu ártíggjuni,

Terji Rasmussen, hevur – nú vit skriva 2025 – savnað sínar soldátar og bjóðar

Føroya fólki á konsert í mai mánað.

 

Tríggjar konsertir eru á skránni, og tær vera í Varpinum í Klaksvík, Salt á Tvøroyari

umframt OY í Havn.

 

Og forkunnugt verður tað, tí Terji og hansara manning fara umframt at spæla løg frá

hansara longu virkisleið úr farnu øld, eisini at spæla løgini, ið eru úkomin í 20’unum.

 

Tað er ikki ofta vit hava hoyrt Terja við orkestrið spæla undir egnum navnið.

Tí kunnu vit vænta okkum eina breiða viftu av sangum umboðandi eitt heilt ættarlið.

 

Flestu okkara munnu kenna Reynafrensin í Føstufressa høpi, saman við Frændum,

Moirae og eisini saman við Eyðun Nolsøe og Kim Hansen.

 

Terji hevur seinnu mongu árini verið maðurin aftan fyri konsertstaðið Maggies í

Nólsoy. Samstundis hevur hann havt eitt studio, har fleiri útgávur eru gjørdar; teirra

millum hansara egnu sangir. Í 2020’unum hevur Terji útgivið løgini “So sigst”, “Bla bla

bla”, “Marianna” og “Minnini mynna meg”, sum øll hava verið nógv spæld í útvarpi og

á sosialum miðlum.

 

Terji er somuleiðis aktuellur við nýggjum lagið, ið kallast “Ophelia”

 

Júst somu tónleikarar, sum hava spælt við á hesum seinastu sangunum hjá Terja

verða eisini við honum á konsertferðini. Og her er talan um nakrar av okkara

royndastu og fremstu tónleikarum. Umframt Terja, sum syngur og spælir guitar,

verður Josva Debes við á trummum, Jóhannus á Rógvu Joensen á bassinum, Kim

Hansen á klaverinum, og Fríði Bjørgvin – sonur Terja – á elektriska guitarinum.

Ljóðinum stendur Jónas Bloch Danielsen fyri.

 

Omaná nýggju sangirnar frá hesum ártígginum lovar faðirin at óteljandi av okkara

sangperlum, at framførdir verða sangir heilt frá byrjanini av 80’unum fram til dagin í

dag.

 

Dyrnar lata upp kl 19:00, skrivar salt.fo.