Stóra skipasmiðjan í Turkalandi, Tersan Shipyard, skal byggja ein nýggjan verksmiðjutrolara til Aurora Fisheries í Ný Sælandi.
Hetta er samstundis fyrsta skipið, ið turkiska skipasmiðan, sum eisini hevur bygt skip til Føroya, nú skal byggja til Ný Sælands.
Aurora Fisheries er dóttirfelag hjá Solander Group, sum hevur støð í Ný Sælandi.
Kystmagasinet.no veit at siga, at tvey norsk feløg hava fingið stórar sáttmálar í samband við byggisáttmálan.
Talan er um norsku feløgini, Skipsteknisk i Ålesund og Maritime Montering í Bygstad.
Skipsteknisk i Ålesund hevur designað skipið, sum sambært byggisáttmálanum skal latast í seinasta fjórðingsári í 2025.
Maritime Montering verður veitari av eitt nú tekningum, framleiðslu av møblum, uppsetan og øðrum umborð í nýbygninginum.
Kystmagasinet.no veit at siga, at trolarin, sum Tersan Shipyard byggir til Ný Sælands, verður 80 metrar langur.