- Túrarnir á veiðiferð eru virðismiklir fyri famijuna, har børnini læra um náttúru, djóralív og burðardygd, sigur Nivi Efraimsen Heilmann. Myndin er privat

Grønlendsk familja keypir ongan mat í handlinum

Nivi Heilmann Efraimsen og familja hennara í Grønlandi liva av tí, sum havið og náttúra geva, og bara tríggjar ferðir í 2024 keyptu tey til nátturða í handlinum

- Túrarnir á veiðiferð eru virðismiklir fyri famijuna, har børnini læra um náttúru, djóralív og burðardygd, sigur Nivi Efraimsen Heilmann. Myndin er privat

Tey klára seg uttan at renna í handlarnar, og tey klára seg stórt sæð uttan yvirhøvur at keypa mat. Nivi Heilmann Efraimsen og familja hennara í Grønlandi liva av tí, sum havið og náttúra geva.

 

Familjan livir av kjøti og fiski, sum tey sjálvi veiða. Fyri Nivi er hetta ein lívsstílur, sum ger, at familjan livir tættari at hvørjum øðrum og nærri náttúruni.

 

Tá matur skal tilreiðast - antin tað er døgurði ella nátturði - er vanligt, at familjur renna í handlarnar, men soleiðis er tað ikki hjá grønlendsku familjuni, sum sjálv syrgir fyri matinum.

 

Nivi Heilmann Efraimsen og familja hennara eru úr grønlendska býnum, Sisimiut. Tey sigla út í fjørðin ella fara út í náttúruna, har tey veiða sær tann mat, tey hava fyri neyðini.

 

- Vit hava keypt til nátturða tríggjar ferðir í eitt ár - tveir pakkar av høsnarungum og ein pakka við pylsum, sum vit brúktu til grillkvøld saman við familjuni, sigur hon við Sermitsiaq.

 

Hon vísir á, at familjan brúkar allar vertíðir á árinum at veiða uppi á landi og í báti. 

 

- Vit veiða reinsdjór, moskusneyt, rípur, álkur, harur, og so fiska vit sjálvandi eisini, sigur hon.

 

Men, familjan etur ikki bara kjøt og fisk. Tey leita eisini í náttúruni eftir ymiskum, sum kann etast her, og her samla tey eisini blomstur, ber og champignon.

 

Nivi Heilmann Efraimsen sigur, at maður hennara siglir við trolara, og hann hevur onkuntíð fisk og rækjur heim við sær.

 

Grønlendska familjan hevur gjørt íløgur í fimm stórar frystiboksir, og her goyma tey stórar nøgdir av kjøti og fiski.

 

- Í frystiboksunum er alt sett upp á pláss, soleiðis at vit skjótt og lætt kunnu finna tað, sum vit skulu brúka. Maður mín syrgir fyri, at alt er væl pakkað og bara er til at taka upp, sigur hon.

 

Nivi Heilmann Efraimsen sigur við Sermitsiaq, at sjálvandi keypa tey tilhoyr til máltíðirnar, sum eitt nú kryddarí, rís, eplir, grønmeti og ymiskt annað.

Tað er eisini neyðugt at hava brenni á bátinum fyri at kunna veiða, men hon heldur, at hetta eru væl farnir pengar.

 

- Vit spara eina rúgvu av pengum við ikki at keypa mat í handlunum og túrarnir, tá vit eru á veiðiferð eru virðismiklir fyri famijuna, har børnini læra um náttúru, djóralív og burðardygd, sigur hon við Sermitsiaq.

 

- Túrarnir á veiðiferð eru virðismiklir fyri famijuna, har børnini læra um náttúru, djóralív og burðardygd, sigur Nivi Efraimsen Heilmann. Myndin er privat