9 ár og yngri skulu ongantíð roykja

Eitt av málunum við nýggjari roykilóg er, at tey sum eru fødd í 2015 ella seinni als ikki skulu roykja

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin, sum setti henni ein grein 52a fyrispurning um, hvørji átøk í nýggju krabbameinsætlanini eru sett í verk og hvørji átøk eru ávegis?

Í svarinum kemur Margit Stórá millum annað inn á tiltøk, sum skulu tálma royking.

Har sigur hon, at í krabbameinsætlanini eru seks tilmæli, sum skulu virka fyri at tálma royking og heilsuskaðiligu avleiðingunum av henni.

– Eg eri farin undir arbeiði at seta tilmæli í verk, sum hoyra undir mítt málsøki. Hetta arbeiðið er skipað í trimum pørtum: 

1) orða nýggja roykilóg; 

2) fyribyrgjandi átøk

og 

3) tilboð um roykiavvenjing.

– Eitt av málunum við roykilógini og átøkunum er, at árgangirnir hjá teimum, sum eru fødd í 2015 ella seinni, verða roykfríir og ikki nýta aðrar nikotin ella tubbaksvørur, sigur Margit Stórá.

Ætlanin við roykilógini er at veita øllum ein lógartryggjaðan rætt til at liva og virka í einum umhvørvi, sum ikki er heilsuskaðiligt. 

Høvuðsdentur verður lagdur á, at:

• Fyribyrgja at børn og ung byrja at roykja ella nýta aðrar tubbaks- og nikotinvørur.

• Tryggja, at royking v.m. ikki er partur av gerandisdegnum hjá børnum og ungum.

• Tryggja støðugt fleiri roykfrí umhvørvi.

Landsstýriskvinnan sigur, at Fólkaheilsustýrið hevur ábyrgdina av teimum fyribyrgjandi tiltøkunum og viðgerðartilboðum, sum skulu eggja fólki at leggja av at roykja og snúsa.

Eftir ætlan verður roykilógin løgd fram í Løgtinginum í heyst, sigur Margit Stórá.