Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í dag dyst á útivølli í týsku bundesliguni.
Tað eydnaðist Kiel at vinna tepran 23-22 sigur á Lemgo á útivølli. Í steðginum var Kiel á odda 14-13.
Elias skoraði tvey mál fyri Kiel.
Kiel er næstfremst í deildini við 26 stigum fyri 17 dystir. Kiel fer nú í vetrar og HM-frí, og dystur verður ikki aftur fyrrenn 8. februar.
Í skrivandi løtu spælir liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin dyst á útivølli móti Gummersbach.