Hetta hevur verið ein friðarlig nátt hjá løgregluni.
Tað einasta, sum er komið í samdøgurfrágreiðingina, sum kanska hevur almennan áhuga, er ein hending á eystursíðuni á Skálafjørðinum.
- Tað var um middagsleitið í gjár, at vit fingu illgruna um ein bilførara, sum varð mettur at koyra ávirkaður av rúsdrekka.
Vaktleiðarin segði í morgun, at tá tey steðgaðu viðkomandi, vísti tað seg, at alkometrið sló út.
Tí er bilførarin skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
- Blóðroynd er tikin, sum verður avgerandi fyri, hvussu hetta málið tekur seg út, legði vaktleiðarin aftrat.