Í Kringvarpinum í morgun fekk eg ein áhugaverdan spurning: Kunnu fólk taka teg í álvara?
Verturin í Kringvarpinum defineraði meg sum "skemtara".
Men eg skemti ikki, tá eg sigi, at trýstið á ungar barnafamiljur er stórt, og vit skulu hava meira tíð til nærveru saman við børnum.
Eg skemti ikki, tá eg sigi, at prísurin á gerandisvørum er eksploderaður, og vit mugu strika mvg á breyði, mjólk, frukt og grønmeti fyri at fáa prísin niður.
Eg skemti ikki, tá eg sigi, at vit mugu forða fyri, at størri fyritøkur uppkeypa alt frá bakaríum og bústøðum til oljufeløg og mangt annað.
Men eg haldi, at vit eiga at blanda gaman og álvara. Vit mugu fortelja politikk við søgum, humor og skeivum eygleiðingum. Einki er so kavmoðið sum fólk uttan humor.
Um vit ikki flenna, eru positiv, í góðum lag og frísk, so verður bara stríð og skeldarí.
Latið okkum gera politikk til eitt positivt stað og fáa enn fleiri við. Ung sum gomul. Tað verður eitt av mínum hjartamálum, verði eg valdur 8. desember.
Bjarni Arge,
valevni fyri Javnaðarflokkin