á Argjahamri 17/12-2024
Liljan Thomsen, okkara kæri og sárt saknaði starvsfelagi, var ættað úr Sandavági, fødd Petersen, búði í Tórshavn og starvaðist sum lærari á Argjum í meir enn 40 ár.
Hon byrjaði yrkisleiðina í Argja skúla í 1980 og helt so fram í Skúlanum á Argjahamri frá 2011 til 2023, tá hon fór frá við eftirløn.
Henni untist bert eitt ár sum eftirløntur lærari, tí hervilig sjúka kvetti lívstráð Liljunnar í summar, stutt undan undan hennara 68 ára føðingardegi.
Liljan var ein sera góður og nærlagdur lærari. Hon nam sær útbúgving sum orðblindislærari og lesivegleiðari. Á hesum øki avrikaði hon sera nógv, sum var mongum næmingi við lesitrupulleikum ein stór hjálp. Vit starvsfelagar minnast við gleði, hvussu mannagongdin hjá Liljuni við at prikka og strika sjálvljóð og stavilsi í teimum ymsu orðunum kundi gera so stóran mun í lesingini og skrivingini.
Arbeiðssom var Liljan. Mangan fór hon til verka snimma á morgni fyri at arbeiða við sínum hjartamáli: at hjálpa teimum, sum høvdu lesi- og skrivitrupulleikar. Á sín stillføra hátt fekk Liljan Krabbabókakassar inn í hvørja skúlastovu. Hetta tiltak var ein týðandi táttur í lesimenningini.
Ein varði á yrkisleiðini hjá Liljuni var sokallaða Kanningarsavnið, sum Liljan læt úr hondum saman við Tove Jacobsen og Monu N Steintún. Her er talan um nýtt, føroyskt kanningartilfar, sum skal gera tað lættari hjá lærarum at eyðmerkja avbjóðingar hjá ávísum næmingum. Tær hava umsett og tillagað tilfarið til føroyskt burtur úr tí danska Testbatteriet. Kanningarsavnið varð handað landsstýrinum í apríl 2022.
Ikki ætlaði Liljan at gevast við lesimenningararbeiðinum, sjálvt um hon gavst í skúlanum. Hon hevði eina verkætlan í huganum, har hon skuldi granska / kanna, um munur var á lesiførleika hjá børnum gjøgnum eitt ávíst tíðarskeið. Við sorg mugu vit staðfesta, at henni ikki untist at halda fram við tí arbeiðinum.
Starvsfelagar lýsa Liljuna: Liljan er sum ein vøkur og viðkvæm blóma, kanska sum litfagra sortugrasið ella júst sum ein vøkur lilja.
Hon var nakað av tí vakrasta og blíðasta, ein kundi møta. Tá eg fekk lærarastarv, fekk eg gávu og vakurt orðað kort frá henni.
Tá eg byrjaði í Argja skúla, var hon mær ein góður og nærlagdur fakligur vegleiðari. Hetta var so sera gott fyri meg og næmingarnar. Hon tryggjaði sær, at øll høvdu tað gott.
Hon gav og gav og elskaði treytaleyst. Hon megnaði á sín serstaka hátt at fáa meg at kenna meg heila.
Liljan var altíð fitt og smílandi. Hon segði ongantíð nakað ringt um nakran, hvørki lærarar, næmingar ella foreldur. Hon dugdi at rósa øðrum, var dugnalig og gjørdi ikki nógv um seg. Hon var rólig, friðarlig og dugdi sera væl at lurta. Eisini spurdi hon, hvussu næmingar høvdu tað, eftir at hon hevði slept teimum.
Hon var so rólig, og tað gav ein serstakan tryggleika. Ein sera góður stuðul fakliga. Altíð góð at heita á, og hon hevur ríkað okkum við nógvum gullkornum. Ein kundi tosa við Liljuna um alt.
Hon mintist allar føðingardagar og kom við gávu, tá nýføðingur kom í húsið / familjuna.
Í vár var starvsfelagi ússaligur av krími. Hvat gjørdi Liljan í síni støðu? Hon smurdi nakrar breyðflísar við skerpikjøti og sendi onkran út á Argir til viðkomandi við matpakkanum. Soleiðis var Liljan.
Nøkur lýsingarorð um Liljuna: fitt, hjálpsom, góðslig, umsorganarfull, mild, rólig, eyðmjúk, trúføst, vøkur, jalig, dugnalig, klók, umhugsin, gávumild, vælgjørd, stillfør, familjukær (ein fyrimynd og eitt “skinn”).
Á ungum árum gjørdi Liljan vart við seg sum hondbóltsspælari á gentuliðnum hjá Søljuni.
Liljan hevði eina vakra og góða sangrødd. Sum ung plagdi hon at syngja á møtum saman við sangvinkonum sínum. Tá 14 dagar vóru eftir av foldarlívi hennara, komu sangvinkonurnar at vitja hana og syngja ungdómsins sangir fyri henni og saman við henni. Tað gjørdist ein rík løta, samstundis sum umstøðurnar vóru so syrgiligar og Liljan hevði mist sína vøkru rødd.
Liljan og familjan: Familjan var hennara eitt og alt. Liljan var gift við Oleif úr Skopun. Tey fingu børnini, Mikkjal og Annu Kristinu. Mikkjal er giftur við Sandru og Anna Kristina er gift við Remi. Anna Kristina og Remi eiga dóttrina, Evu. Omman var so sera góð við lítlu Evu. Ikki fata vit, hví tær báðar fingu so stutta tíð saman.
Trúgvin hevði stóran týdning fyri Liljuna. Hon hevði vón um at gerast frísk aftur; tað hendi tíverri ikki, men vit skilja ikki altíð Harrans leiðir.
Góðu tit, sum hava mist so nógv, nú Liljan er farin í aðra tilveru: Oleif, Mikkjal og Sandra, Anna Kristina, Remi og lítla Eva, Sjúrður Gorm og Krista! Harrin styrki tykkum og hjálpi tykkum víðari fram á lívsleiðini!
Góða Liljan! Takk fyri, at okkum untist at vera partur av tíni lívsleið!
Við sorgarkvøðu
Vit í Argja skúlum