Tilboð til fólk við demenssjúku í Tórshavnar kommunu

Fólk við demens og avvarðandi kunnu fáa ráðgeving frá Heilsu og Umsorganartænastuni hjá Tórshavnar kommunu.

Tú kann fáa eitt gott prát, ráðgeving um hvørji tilboð eru í kommununi, vegleiðing um hvussu ein kann handfara demenssjúkuna.

Er tú demenssjúk/ur, avvarðandi hjá fólki við demenssjúku, ella kennir tú onkran, sum tú metir kann hava tekin um demens. So er tú vælkomin at seta teg í samband við kommunalu demensskipanina.

Kommunalu demenssamskipararnir hava drúgvar royndir og servitan innan demens, og kunnu tosa við teg um tína støðu, lurta, ráðgeva og vísa á tey tilboð, vit hava í kommununi.

– Tú ert vælkomin at seta teg í samband við Kommunalu demenssamskipanina, sum er at hitta á  teldupost: demensdepilin(at)torshavn.fo og á telefon 962089 gerandisdagar kl 8.00 – 16.00, skrivar Tórshavnar kommuna.

Kommunala demenssamskipanin heldur til á Demensdeplinum, Hoyvíksvegur 58.