Tímalønt starvsfólk og sjálvstøðug eru í dag fyri stórum mismuni á arbeiðsmarknaðinum. Hetta má og skal broytast, soleiðis at vit tryggja øllum arbeiðstakarum í Føroyum somu rættindi og skyldur.
Tá eitt alment lønt starvsfólk verður rakt av sjúku, fær tað fulla løn undir sjúku, uttan at skula lyfta ein fingur. Góð og virðilig kor til ein modernaðan arbeiðsmarknað.
Tímalønt og sjálvstøðug starvsfólk hava hinvegin ikki rætt til løn, um tey gerast sjúk, og vinna sær heldur ikki feriu ella eftirløn.
Verður eitt tímalønt ella sjálvstøðugt starvsfólk rakt av sjúku, skal tann sjúki gjøgnum alla dagpenga-karusellina, áðrenn tað fær rætt til eina krónu.
Fyrst má tann sjúki skjótast gjørligt til kommunulæknan at umbiðja sær eina sjúkraváttan. Ofta uttan at hava ein fastan kommunulækna at venda sær til.
Síðani má tann sjúki til Almannaverkið at søkja um sjúkradagpengar, og skjalprógva sína fráveru og hvussu stór miðalinntøkan hevur verið seinastu 5 vikurnar undan fráveruni. Hetta má alt gerast áðrenn freistin at søkja er farin, og vónandi er tann sjúki nóg fræg/ur til at fáa hetta avgreitt.
Megnar tann sjúki at hanga í allan túrin gjøgnum karusellina, fær hann/hon endurgjald. Men tá er tað í mesta lagi 80% av sáttmálalønini millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Til lukku til tín – um tú megnaði allan túrin.
Nøkur tímalønt fáa hægri løn enn ásett í sáttmála. Nøkur tímalønt arbeiða eisini yvirtíð, tá nógv er at gera. Fleiri tímalønt arbeiða tær skeivu vaktirnar, sum ongin annar vil taka, tí tey verða brandskattaði av yvirtíðini.
Samstundis skríggjar arbeiðsmarknaðurin eftir arbeiðsmegi. Hundraðtals starvsfólk mangla í eldrarøktini og Almannaverkinum, og støðan fer at versna enn.
Vit hava tørv á einari løntakaralóg, sum tryggjar øllum á arbeiðsmarknaðinum somu rættindi og skyldur, so sum rætt til løn undir sjúku og uppsagnarrættindi.
Vit hava eisini tørv á einari lóg, sum tryggjar móti mismuni á arbeiðsmarknaðinum, eitt nú vegna aldur, kyn, brek, átrúnað, húðalit og politiska sannføring.
Vit hava tørv á at tryggja føroyskum tímalønt í Fiskavirkisskipanini ikki hava verri sømdir enn arbeiðandi, sum koma gjøgnum Fast-Track skipanina.
Hetta eru mál, vit í Tjóðveldi fara til val upp á, at “Føroyar skulu hava ein arbeiðsmarknað við rættindum fyri øll”, sum er punkt 13 í okkara valskrá.
Vit hava tørv á einum arbeiðsmarknaðarreformi, og tað standa vit í Tjóðveldi fult og heilt inn fyri!
Rógvi Nybo
Tjóðveldi