– Nei takk!
Tað er greiða svarið hjá Bjarna Hammer, løgtingsmanni, til uppskotið um at hækka lønina hjá tingfólki 6.684,70 krónur afturfyri at tingfólk missa rættin til tænastumannapensjónina, sum Løgtingið hevur broytt soleiðis, at tingfólk kunnu upptjena rætt til fulla pensjón eftir 16 árum, meðan onnur fólk skulu arbieiða í 37 ár fyri at røkka somu pensjón.
Sambært uppskotinum, sum arbeiðsbólkur hevur gjørt fyri formansskapin í Løgtinginum, so skal lønin hjá tingfólk lyftast úr 34. lønarflokki hjá tænastumonnum upp í 36. lønarflokk. Altso flytast úr 46.373,69 krónum um mánaðin upp í 53.058,39 krónur. Eitt lønarlyft upp á 6.684,70 krónur ella upp á sløk 15 prosent.
Í staðin fyri sera lukrativu tænastumannapensjónina skulu tingfólk fáa 15 prosent oman á lønina at gjalda í einum pensjónskipan – akkurát sum hjá »vanligum fólki«.
Bjarni Hammer, løgtingsmaður, sigur í viðmerking, hann hevur sent miðlunum, at hann heldur als ikki at tingfólk skulu hava lønarhækking afturfyri at taka av tænastumannapensjónina. Hann sigur stutt og greitt: Onga lønarhækkan!
– Okur skulu ikki skrúva okkara egnu lønir upp til at “kompensera” fyri avtøkuni av tænastumannapensiónini.
– Tænastumannapensiónin eigur at verða avtikin hjá tingfólkum skjótast gjørligt. Av tí at hon tyngir landskassan óneyðuga nógv. Okur eiga at vísa hógv og avtaka hana, sigur hann.
Løgtingsaður heldur, at sjálvandi skulu tingfólk hava somu pensjónsskipan sum onnur.
– Men tað skal ikki verða neyðugt at skrúva tinglønina upp av teirri orsøk.
– Tingfólk hava frammanundan eina góða løn og kunnu t.d. hava annað alment arbeiði aftur at tingarbeiðinum. Tað er annars langt í frá allastaðni á arbeiðsmarknaðinum, at tílíkt letur seg gera, sigur løgtingsmaðurin.
Hann vísir á, at samstundis sum nógvir fakbólkar liggja í opnum stríði fyri at vinna sær nakrar krónur upp á lønina at viga uppi móti dýrtíðini, so verður mælt til, at okur skulu lóggeva okkum sjálvi hægri løn. Nei takk! sigur hann.
– Aðalmálið fyri at fara upp í politikk átti at verið fyri at fáa ávirkan og flyta samfelagið longur fram áleið, men ikki minst at minka um sosiala ójavnan og tryggja øllum landsins borgarum javnbjóðis sømdir og kor. Og ikki fyri at lóggeva okkum sjálvum eina lønarhækkan, sigur Bjarni Hammer, løgtingsmaður hjá Javnaðarflokkinum.