Tjóðveldi hevur valt Sirið til forkvinnu

Fyri løtu síðani varð greitt, at tað verður Sirið Stenberg, sum tekur við sum forkvinna í Tjóðveldi eftir Høga Hoydal

Á eykaflokstingi hjá Tjóðveldi á Hotel Føroyum var Sirið Stenberg vald til forkvinnu við 27 atkøðum ímóti 21 til Bjørt Samuelsen.

Flokstingið valdi eisini Hervør Pálsdóttir til næstforkvinnu. Hon var einasta uppskot.

Umleið 150 fólk eru møtt á flokstingi hjá Tjóðveldi.