Eg eiti Christian Guttorm Mathisen. Eg eri giftur við Anitu Kjærbo og saman eiga vit Lailu, Angelu, Jórunn og Bárð.Eg eri eisini so heppin at eiga tvey abbabørn og triða er ávegs.Tá ið konan og eg vóru 26 ára gomul, áttu vit longu fýra børn, so eg veit væl, hvat ein barnafamilja krevur.
Longu sum heilt ungur visti eg, at eg vildi sjólívið. Sum smádrongur kundi skúladagurin ikki verða nóg skjótt liðugur, tí at eg vildi sleppa at egna eftir skúlatíð.
Eg slapp min fyrsta túr til skips við Havhesti sum 12 ára gamal. Hetta var sum ferðafólk, men eg arbeiddi tað sama sum hinir og eg varð beinavegin sum gandaður av sjólívinum. Eg mynstraði fyrstu ferð sum 14 ára gamal umborð á partrolaranum Havhestur og tá ið eg var júst 15 ár, slapp eg við saltfiskalínubáti til Nýfundland.
Í 1996, tá ið eg hevði verið seks túrar í Nýfundlandi og nakrar túrar á ísfiskalínuveiðu undir Føroyum, fekk eg møguleikan at sleppa við Skálabergi í Barentshavinum. Hetta nýggja, framkomna skipið var stoltleikin í føroyska fiskiflotanum. Eg sigldi við Skálabergi í tvey ár uttan ein einasta feriutúr. Eftir hetta tók eg meg saman til at fara í skúla; fyrst sjómansskúla og síðani víðari til skipara.
Eg havi síðani siglt sum skipari og stýrimaður í so at siga allari vinnuni: partrolara, rækjutrolara, líniskipum, garnaskipi, útróður og farmaskipum. Eg havi siglt og fiska um alt Norðuratlanshavið.
Eg eigi eitt HAV av royndum og síggi eitt HAV av møguleikum. Eg kenni til viðvind og mótvind. Lívið er sum ein streymkurva, eins og hjá teimum flestu sum sigla.
Eg haldi, at eg havi nakað at bjóða hesum landi og tí haldi eg, at tíðin er komin at stilla upp og gera mun.
Fiskivinnan
Eg eri sera takksamur fyri, at politisku flokkarnir eru samdir í, at Barentshavið er ein sera týðandi vinna fyri alt Føroya land, og at samstarvið ikki kann kvettast.. Ein so týðandi vinna eigur ikki at vera partur av einum valstríði.
Tá ið vit tosa um fiskuvinnuna í Føroyum, er tað sera umráðandi, at vinnan sjálv verður hoyrd og at vit finna skilagóðar loysnir uppá, hvat vinnan megnar at gjalda til búðskapin. Vit mugu minnast til, at vinnan brúkar olju og at oljan eisini er dyrkað fyri vinnuna.
Vit hoyra ofta um bruttovirði í KVF og øðrum miðlum, men sjáldan hoyra vit um nettotøl; t.v.s tað, sum veruliga er eftir á botlinjuni hjá hesum góðu reiðaríum kring landið.
Eg haldi, at vanligi borgarin hevur gloymt, hvussu var í 90unum. Risa reiðaríini, sum vit í dag hava í Føroyum, høvdu ikki til dagin í morgin í 90unum. Tað vóru ávísir bólkar í fiskivinnuni, sum megnaðu at venda gongdini seinast í 90unum. Hesi reiðarí kempaðu fyri at yvirliva og nakrir av hesum aktørum komu ígjøgnum, har aðrir fullu. Tá ið t.d. gøtumenn bygdu Trónd í Gøtu, vórðu teir kallaðir svakir og teir pansettu hús og heim fyri tað. Persónliga havi eg ótrúliga stóra virðing fyri tykkum, sum hava tordu at fara í hált við hetta.
Í dag eru hesi reiðarí órtúliga sterk og hava gjørt risa íløgur, bæði á sjónum og á landi. Uttan hesi reiðarí var eingin vælferð í Føroyum. Men fiskiríkidømið undir Føroyum er ogn hjá okkum øllum og okkara eftirkomarum. Tað má ongantíð gerast privat ogn hjá nøkrum fáum – og fólk mugu kunna bjóða seg fram at í fiskivinnuni og fáa sum mest burturúr. Eisini má fólkið sjálvandi fáa ágoðan og ein størri part av tilfeingisrentuni og tí serliga vinninginum. Eg ivist onga løtu í, at um tað verður lurtað eftur vinnuni, so finnast skilagóðar loysnir, so at meira liggur eftur til landi. Vinnan má hava tryggar karmar at virka undir, annars fær hon ikki gjørt íløgur.
Vinnan skal hoyrast og her vil eg vera við til at finna loysnir:
Lógin um sjófeingi treingir til at verða justerað á ávísum økjum:
- Størsta forðing fyri, at ein persónur/felag kann gera íløgu í fiskuvinnuni, er veiðiloyvi. Fiskimálaráðið hevur seinastu 20 árini skrivað út hópin av tilsøgnum út um nýggj fiskirættindi. Tær flestu av hesum tilsøgnum síggja aldrin dagsins ljós, tí at tað krevur eitt veiðuloyvi, fyri at brúka fiskiloyvi. Veiðuloyvi verða ikki givin longur og tí er einasti møguleikin at fáa veiðuloyvi, at keypa eitt skip við veiðuloyvi.
- Setningurin um, at alt skal førast til lands má broytast, so at tað verður møguligt at praktisera hetta í veruleikanum. Vit mugu fáa røtt tøl og skráseting av øllum fiski, sum kemur á dekkið, heldur enn ásetingar, sum ikki kunnu praktiserast.
- Útróðrarflotin fekk ikki makrelstuðul, eins og aðrðir skipabólkar. Hesin bólkur eigur eisini fáa stuðul, so at hann kann endurýggja seg. Annars verður skjótt einki eftur av hesum bólki.
- Stuðul til fiskivinnuroyndir kundi verði endurskoðað, soleiðis at tær royndir ið verða gjørdar, gerast meira gevandi fyri Føroyar. Upphæddin kundi verið nógv størri, enn hon er í dag.
Tjóðveldi hevur fyrr verði flokkurin hjá fiskimanninum og reiðaríum kring landi og tað kann hesin flokkur gerast aftur. Nógv nýtt fólk er nú mynstrað uppá tjóðveldisskútuna og saman kunnu vit gera mun!
Ung fólk í vinnuna
Okkara stoltu sjófólk fækkast og vit síggja, at fleiri skip nýta útlendska manning gjøgnum fasttrack-skipana. Vit hava hoyrt í miðlunum, at útlendingar taka pening úr landinum og arbeiði frá vanliga føroyinginum, bæði á landi og á sjónum.
Sum støðan er nú, høvdu hesi skip ikki siglt uttan útlendskar manning á dekkinum. Tað mugu vit eisini ásanna.
Vit, sum hava virkað í vinnuni í fleiri áratíggju, møta oftani ungum fólki, sum vilja royna seg sjóvegis, men oftani eru tað skip og bátar sum skulu avstað her og nú. Samlað fyri tey flestu er, at tey ikki hava trygdarskeið og kunnu tá ikki koma við.
Spurningurin er, um tað ikki er burturspilt tíð og peningur at senda ein 16 ára gamlan persón á trygdarskeið. Sami persónur er líka óvitandi, tá ið hann/hon kemur umborð, sum um tey ikki høvdu trygdarskeið.
Eg haldi, at tað í føroyskum fiskiskipi ikki skal verða krav, at ung undir 18 ár, skulu hava trygdarskeið. Bæði yvirmenn og manning á øllum føroyskum skipum, hava stóran kunnleika um trygd. Øll ung, sum vilja sleppa á sjógvin eiga at fáa møðuleikan.
Tey, sum vilja velja sjóvegin, koma efturfylgjandi at taka trygdarskeið, áðrenn tey eru fylt 18 ár.
Við hesum kan vinnan upplæra nýggj ungfólk í vinnuni og vónandi kunnu skipini í efturtíðini mannast við føroyingum aftur.
Lat tey ungu sleppa at royna seg!
Teylágløntu í samfelagnum
Tað er munandi dýrari at liva í Føroyum í dag, enn fyri fáum árum síðani. Vit hoyra um familjur, sum ikki klára at fáa mat á borðið og um fólk, sum stríðast við, at fáa okkurt at búgva í.
Ein skattalætti til tey lágløntu og tey ungu hevði gjørt stóran mun og fyri sperdar barnafamiljur hevði ein hækkaður barnafrádráttur verið kærkomin. Eisini hevði tað, at avtaka MVG-ið á avísum handilsvørðum heilt sikkurt verið til stóra hjálp fyri øll í samfelagnum.
Pensionistarnir
Nógv hevur verið tosa um, at gera tilveruna betri hjá pensionistunum í Føroyum. Sambært Johnny Í Grotinum fer tað kosta 100 milliónir kr., at avtaka skattin á pensiónum.
Vit skulu øll minnast til, at fleiri av hesum, sum eru pensionistar í dag, eru tey somu, sum í 90unum kempaðu fyri hetta land har. Nógv teirra mistu uppsparingar, pensiónir, hús og heim. Teir pensionistar, sum vit hava í dag, hava havt sín stóra leiklut í tí vælferð, sum vit kenna í dag. Vit eiga at kunnað geva teimum eina sømuliga viðgerð, av pensiónsmálinum, sum er so nógv frammi.
Persónliga haldi eg, at ein pensiónistur skal ikki brandskattast og skal sleppa at arbeiða, uttan at pensiónin verður mótróknað fyri tey, sum bara hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av.
Eg vil takka tykkum eldru í samfelagnum, fyri at tit hildu út gjøgnum 90ini. Persónliga havi stóra virðing fyri tykkum!
Tjóðveldi – og eg- vilja gera mun!